Endamálið við “Rundskriv nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum” er at fáa meira fyri pening skattgjaldarans við at skipa landsins keyp av vørum og tænastum, og samstundis stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum. Meginreglan er, at øll keyp av vørum og tænastum eru fevnd av ásetingunum, men keyp upp til 50 tús. kr. eru undantikin, um ikki rammusáttmálar eru galdandi.
Punkt 7 í rundskrivinum gevur møguleika fyri at geva undantøk frá ásetingunum. Skal undantak veitast, so verður hugt eftir, hvussu rímiligt tað er í mun til endamálsorðing og meginreglu.
Galdandi reglur
7.1. Sum meginregla eru øll keyp av vørum og tænastum fevnd av ásetingunum, men keyp upp til 50 tús. kr. eru undantikin, um ikki rammusáttmálar sambært nr. 8.1.2. eru galdandi.
7.2. Niðanfyri eru undantøk til meginregluna lýst:
7.2.1. Rundskrivið er ikki galdandi fyri serviðgerð uttanlands hjá Sjúkrahúsverkinum ella fyri keyp av vørum og tænastum til víðarisølu hjá Apoteksverkinum og Rúsdrekkasølu landsins.
7.2.2. Rundskrivið er ikki galdandi fyri keyp frá lógarásettum monopolveitarum, t.d. elveiting frá SEV, ávístan heilivág frá Apoteksverkinum, rúsdrekka frá Rúsdrekkasølu landsins, og ferðaseðlar við Strandfaraskipum landsins.
7.2.3. Rundskrivið er ikki galdandi fyri viðlíkahald, hjálparveiting, eftirlit og keyp av eykalutum, har upprunaliga vøran ella tænastan er bundin at ávísum veitara.
7.2.4. Um menning av KT-skipan, sum er bundin at ávísum veitara, upprunaliga varð boðin út, er rundskrivið ikki galdandi fyri víðarimenning og dagføringar av KT-skipanini, somuleiðis afturvendandi viðlíkahald og hjálparveiting til KT-skipanina. (Sambært pkt. 8.1.3 í rundskrivinum skal Gjaldstovan hoyrast í sambandi við ætlað keyp, ný- ella víðarimenning av KT-skipanum).
7.2.5. Keyp av vørum og tænastum verða ikki boðin út, um mett verður, at kostnaðurin av útbjóðing verður ov stórur í mun til væntaða sparing. Slíkar metingar við grundgevingum skulu sendast sum fyrispurningur um undantak umvegis Keypsportalin, men verða ikki almannakunngjørdar.
7.2.6. Verður mett neyðugt við undantaki, sum ikki er fevnt av ásetingunum omanfyri, ber til at senda fyrispurning um undantak umvegis Keypsportalin. Veitt undantøk verða almannakunngjørd á Keypsportalinum.
| Dagfesting | Stovnur | Evni |
| 06-04-2020 | Fjarskiftiseftirlitið | Brúk av sama sakførara í Landsrættinum |
| 06-04-2020 | Umhvørvisstovan | Føroyskt sum mál |
| 07-04-2020 | Gjaldstovan - Talgildu Føroyar | Longd av sáttmálanum til rakstur av samleikanum |
| 14-05-2020 | Landssjúkrahúsið | Keyp av ávísum merkið til netútgerð |
| 29-06-2020 | Landssjúkrahúsið | Longd av sáttmálanum til serkoyring av sjúklingum |
| 30-09-2020 | Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu | Keyp av kanningum uttanlands |
| 22-02-2021 | Løgmansskrivstovan | Útboð av hølum og mati í samband við drotningavitjan |
| 23-03-2021 | Umhvørvisstovan | Útboð av fuglateljing |
| 23-04-2021 | Umhvørvisstovan | Útboð av ráðgeving til lýsing av føroysku elskipanini |
| 21-09-2021 | Landssjúkrahúsið | Útboð av telduarmum |
| 21-09-2021 | Umhvørvisstovan | Føroyskt sum mál |
| 18-10-2021 | Akstovan | Útboð til prent av koyrikortum |
| 14-12-2021 | Undirvísingarstýrið | Útboð av strategiráðgeving |
| 17-12-2021 | Landssjúkrahúsið | Keyp av coronalonum |
| 06-01-2022 | Landssjúkrahúsið | Útboð av forskningstræningskurser |
| 02-03-2022 | Fíggjarmálaráðið | Serlig telda til landsstýrisfólk |
| 19-04-2022 | Landssjúkrahúsið | Samstarv við Region Hovedstaden |
| 22-04-2022 | Landssjúkrahúsið | Uppstigan av intranetið |
| 14-07-2022 | Landssjúkrahúsið | Keyp av rack til H-bygningin |
| 24-08-2022 | Landssjúkrahúsið | Keyp av UPS til datacenter B í bygninginum B22, hædd 0 |
| 07-09-2022 | Apoteksverkið | Undantak til keyp av teldu, sum er minst 15,6" og hevur touchskíggja |
| 08-09-2022 | Landssjúkrahúsið | Longd av sáttmála fyri koyring av dialysusjúklingum fyri Landssjúkrahúsið |
| 26-09-2022 | Landssjúkrahúsið | Fylgjari til dialysusjúkling fyri Suðuroyar Sjúkrahús |
| 10-10-2022 | Gjaldstovan | Umbøn um undantak til 2-veitara avtalu í samband við rakstur av Landsnet |
| 18-10-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn frá Landssjúkrahúsinum um undantak at taka samráðingar upp um sjúkraflutning |
| 19-10-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak til keyp av sjúkrabili |
| 27-10-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn frá Lanssjúkrahúsinum um undantak at gera longri sáttmála í samband við keyp av uniformum |
| 29-11-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak til keyp av minibussi |
| 02-12-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak til keyp av gammakamera |
| 13-12-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak til keyp av tólið til Rannsóknarstovuna |
| 20-12-2022 | Tjóðsavnið | Umbøn um teldu, sum ikki er fevnd av rammusáttmálanum um telduútgerð |
| 16-02-2023 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um at brúka danskt mál í útbjóðingartilfari ísv. keyp av medisinsum luftevnum |
| 12-04-2023 | Umhvørvisstovan | Umbøn um at nýta ávísan veitara í samband við verkstovu |
| 13-04-2023 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak í samband við trivnaðarkanning |
| 18-04-2023 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak fyri longri sáttmála enn trý ár í samband við útboð av medisinskum luftevnum |
| 17-08-2023 | Landssjúkrahúsið | Undantak til LS um at sleppa undan at bjóða ráðgevingartænastu út í samband við THS skipan |
| 05-09-2023 | Undirvísingarstýrið | Umbøn um at leingja sáttmálaskeiðið fyri KT tænastum |
| 24-10-2023 | Arbeiðs- og brunaeftirlitið | Umbøn um undantak til keyp av teldu, ið livur upp til MIL-STD 810H standardin |
| 17-11-2023 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak til at skriva útboðstilfarið á donskum, og at gera 5 ára sáttmála ísv tilfar til vaskarí |
| 15-01-2024 | Strandfaraskip Landsins | Undantak frá at bjóða billeteringsskipan út |
| 05-03-2024 | Landssjúkarhúsið | Undantak frá at bjóða ljóð og tøkni út í samband við 100 ára veitslu |
| 07-05-2024 | Búnaðarstovan | Undantak frá at gera útboð í samband við menning av talgildari landsjarðarskipan |
| 12-06-2024 | Gjaldstovan | Undantak til útboð av rakstri av Samleikanum, vegna kritiskt kt-undirstøðukervi og undantak frá tríára meginregluni til fimm ára langan sáttmála |
| 12-12-2024 | Landssjúkrahúsið | Undantak til keyp av “GLP Systems Track”, sum er útgerð til automatisering av Biokemiska økinum á Rannsóknarstovui |
| 17-12-2024 | Vørn | Undantak frá rundskrivinum um elbilar |
|
06-02-2025 |
Sjúkrahúsverkið |
Mál: Løgfrøði í kanningararbeiðinum viðv. Sundhedsplatformen |
|
13-02-2025 |
Vinnustovnurin |
Mál: Útgerð í samband við teletrygd |
|
14-02-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Leingjan av sáttmála |
|
04-03-2025 |
Undirvísingarstýrið |
Mál: Samráðingar um tímasats |
|
03-04-2025 |
Talgildu Føroyar |
Mál: ETSI-góðkenning av Samleikanum |
|
08-04-2025 |
Gjaldstovan |
Mál: Veitari at umsita undirstøðukervi og fakskipanir í BSL |
|
13-03-2025
|
Sjúkrahúsverkið
|
Mál: Innkeyp av sjúkrabilum
|
|
29-05-2025 |
Bruna- og Arbeiðseftirlitið
|
Mál: Endurgjald fyri bil við tekniskum avbjóðingum og keyp av nýggjum bili |
|
02-06-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Transportband til Rannsóknarstovuna |
|
10-07-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Menning av CGI-app |
|
29-08-2025 |
Tjaldurs apotek |
Mál: Handverkarauppgávur í samband við bráðfeingis flyting |
|
03-09-2025 |
Gjaldstovan |
Mál: Leingjan av licens-avtalu til menningarpall til Talgildu Føroyar |
|
10-09-2025 |
Gjaldstovan |
Mál: Hýsing av menningarpallinum Outsystems |
|
26-09-2025 |
Undirvísingarstýrið |
Mál: Leingjan av sáttmála |
|
01-10-2025 |
Heilsufrøðiliga starvsstovan |
Mál: KT-veitari til aliskipan |
|
01-10-2025 |
Heilsufrøðiliga starvsstovan |
Mál: Tænastur frá FERA |
|
08-10-2025 |
Gjaldstovan |
Mál: Rakstarsáttmáli fyri MínBoks |
|
08-10-2025
|
Gjaldstovan |
Mál: Rakstarsáttmáli fyri MínBoks |
|
14-10-2025 |
Almannaverkið |
Mál: Keyp av el-bussi |
|
21-10-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Timburuppgáva |
|
21-10-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Útbygging av GLP flutningsbandí |
|
06-11-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Tekstilir til Landssjúkrahúsið |
|
14-11-2025 |
Landsverk |
Mál: Kavablásari til Sornfelli |
|
17-11-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Dagføring av MR-skannara |
|
18-11-2025 |
Landssjúkrahúsið
|
Mál: Rannsóknartól til patologi |
|
04-12-2025 |
Tjóðsavnið |
Mál: Útstapping av kúgv |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til EJBCA og SignServer Grundgeving: Fíggjarmáláráðið viðgjørdi umsóknina. Talgildu Føroyar hevur fingið undantak at gera licensavtalu til support og maintance av EJBCA og SignServer við útlendskan veitara. Orsøkin er, at eingin veitari er í Føroyum, sum veitir hesar licensir, og mett verður ti, at útboð og tilboðsheintingar eru rakstrarliga og fíggjarliga óneyðugar og tyngjandi.
|
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til HSM |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til ID verifications software |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til Membership Shibboleth |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til Oracle Linux Premier Support |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til Samleika appin + USB |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Supportavtalur við Oracle Danmark |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til Talgilda undirskrift |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til JFrog Pro Edition, Artifactory og 1 License
|
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til Complete Control - kontraksttýringsamboð |
|
23-12-25
|
Savns Landsins
|
Mál: Keyp av arbeiðsskúri Orsøk: Talan er um ein brúktan skúr, sum Savn landsins hevur leigað í tvey ár. Eftir at hava kannað prís frá øðrum veitarum bað stovnurin um undantak, tí kostnaðurin fyri ein nýggjan var hægri enn at keypa tann brúkta. Undantak givið við tí, at mett verður, at verandi tilboð er bíligari enn at keypa ein nýggjan og kostnaðin av at seta ein nýggjan til. Harumframt verður ikki mett rætt at kappingarútseta vøruna, tá mett verður, at aðrir veitarar ikki kunnu kappast.
|
|
29-12-25 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Keyp av automatiskum flaggstongum |
|
16.01.2026
|
Landsjúkrahúsið
|
Mál: Undantak at brúka føroyskt mál
|
|
16.01.2026
|
Almannaverkið
|
Mál: Menning av heildarskipanini Almannaverkið fingið undantak til at bjóða menningar og broytingar uppgávur í Heildarskipanini út. Undantak givið tí Heildarskipanin var upprunaliga boðin út. Treytað er tó, at nýggir heintleikar, sum kunnu mennast av øðrum, verður boðið út
|
|
19.01.2026
|
Landsjúkrahúsið
|
Mál: Undantak frá at koyra MDR loysn í alment útboð Landssjúkrahúsið hevur fingið undantak at koyra MDR loysn í alment útboð orsaka av trygdarávum. Undantakið er treytað av, at teir veitarar í Føroyum, sum megna uppgávuna, fáa tilboðsfyrispurning
|
|
11.02.2026
|
Akstovan
|
Mál: Undantak frá at bjóða prent av koyrikortum út Akstovan hevur fingið undantak at leingja sáttmála við danska fyritøku, sum prentar koyrikort. Mett verður, at eingin føroyskur veitari er til uppgávuna og kostnaðurin av at bjóða uppgávuna út stendur ikki í mát við sparingina
|
|
13.02.2026
|
Akstovan
|
Mál: Undantak í samband við talgilda postútbering Akstovan hevur fingið undantak frá at biðja um fleiri tilboð, tí tað er einans ein veitari, sum hevur heildarloysn við postútbering, sum umfatar talgilt, post og sms
|
|
21.04.2026
|
Landsjúkrahúsið
|
Mál: Undantak í samband við ráðgevarauppgávu Landssjúkrahúsið bað um undantak frá at koyra ráðgevarauppgávu í útboð í samband við, at ein verandi verkætlan vaks í vavið. Undantak givið tí uppgávan upprunaliga varð boðin út og fyri at sleppa undan fleiri ráðgevum til somu uppgávu
|
|
29.04.2026
|
Landsjúkrahúsið
|
Mál: Undantak í samband við handverkarauppgávu Landssjúkrahúsið bað um at leingja sáttmála um handverkarauppgávu, tí verandi verkætlan er vaksin í vavið. Undantak givið tí uppgávan upprunaliga varð boðin út.
|
|
22.05.2026
|
Almannaverkið
|
Mál: Undantak frá tilboðsfyrispurningi Biðið var um undantak til at keypa brúktan buss við lyft. Mett varð, at talan var um gott tilboð fyri eina vøru, har marknaðurin er avmarkaður
|
|
29.05.2026
|
Heilsumálaráðið
|
Mál: Undantak frá útboði Biðið verður um undantak frá útbjóðing av prehospitalari tilbúgving, so avtala kann gerast við ein veitara. Talan er um eina umfatandi tilbúgvingarskipan, sum millum annað byggir á fleiri ára royndir og eitt umfatandi netverk kring landið við 300 sjálvbodnum. Ein slík skipan tekur langa tíð at uppbyggja, og tí er neyvan sannlíkt at annar veitari kann bjóða somu tænastu um skipanin verður kappingarúsett.
|
|
16.06.2026
|
Landsjúkrahúsið
|
Mál: Undantak frá útboði Biðið verður undantak frá at bjóða møblar til psykiatriska depilin út. Undantakið verður játtað tí mett verður, at talan er um serútbúnað, sum krevur ein veitara við servitan. Tá vit ikki vita um slíkar veitarar í Føroyum fer eitt undantak ikki at skeikla kappingina.
|
|
16.06.2026
|
Heilsutrygd
|
Mál: Undantak frá útboði Biðið verður um undantak frá at bjóða út eina tillaging av teirra FAK skipan. Undantak er játtað til talan er um eina verandi kt skipan, sum skal útbyggjast at fáa eitt virkisøki afturat inn, og at hetta virkisøki nýtir verandi tøkni og hentleikar. Vit meta tí at tað trupult at fáa ein annan veitara inn at loysa hesa uppgávu, og tí verður undantak givið frá at kappingarútseta hesa veiting.
|
|
05.08.2026
|
Gjaldstovan |
Mál: Undantak frá útboði
|
|
02.09.2026
|
Vinnustovnurin
|
Mál: Undantak frá útboði Undantak givið til at keypa dagføring av XBRL-taksonomi. Undantakið verður játtað tí mett verður, at talan er tænastu, sum eingin føroyskur veitari bjóðar.
|
|
16.09.2026
|
Landsjúkrahúsið
|
Mál: Undantak frá útboði Undantak játtað at brúka sama ráðgevara til verkætlan, sum er vaksin í vavi. Mett verður, at tað ikki er fíggjarligt skynsamt at bjóða uppgávuna út, tá arbeiðið er í gongd. Tað verður eisini noterað, at ráðgevarauppgávan upprunaliga var boðin út
|
|
18.09.2026
|
Landsjúkrahúsið
|
Mál: Undantak frá útboði Undantak játtað frá at bjóða keyp av sjúkrabili út. Neyðugt er fyri trygdina og virksemið hjá Sjúkraflutningstænastuni, at sjúkrabilarnir eru so eins sum møguligt.
|
|
02.10.2026
|
Landsjúkrahúsið
|
Mál: Undantak frá tilboðsfyrispurningi Undantak er játtað at taka av tilboði til umvæling av møblum.Talan er um at keypa eykalutur til møblar, har bert ein agentur er upp á merkið í Føroyum. Av tí, at talan er um eykalukir til eitt ávíst merkið, meta vit ikki, at tað ber til at kappingarútseta keypið.
|
|
06.10.2026
|
Undirvísingarstýrið
|
Mál: Undantak frá útboði Hava fingið játtað at leingja verandi avtalu í 3 mánaðir, meðan útboð verður fyrireikað |
|
19.10.2026
|
Landsjúkrahúsið
|
Mál: Undantak frá útboði Undantak játtað at keypa OP-legur frá verandi veitara, tí eingin føroyskur veitari er, talan er um at dagføra útgerð, sum starvsfólk brúka og kenna í dag, og LS hevur fingið avsláttur frá veitaranum. Ivasamt er eisini um ein møgulig sparing við útboði hevði dekkað skiftiskostnaðin.
|
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269