Til Landsins aðalráð og stovnar
Landsverk hevur pr. 01. august 2026, gjørt avtalu við sp/f Thomsen, um veiting av gassolju til landsins bygningar. Í tí sambandi, skulu allir stovnar tryggja sær, at verandi avtalur við aðrar veitarar av gassolju verða strikaðar og nýggj avtala gjørd við Sp/f Thomsen. Er ein stovnur í einum leigaðum bygningi sum landið ikki eigur, kann stovnurin gera avtalu við eigaran av bygninginum, um at skifta oljuveitara. Hetta er tó ikki eitt krav, men eitt skifti gevur tær somu treytirnar fyri almennar stovnar, sambært sáttmálanum. Sp/f Thomsen hevur eisini hitatænastu alt samdøgrið, men tað er ikki eitt krav, at tit skulu velja Thomsen til hitatænastu.
Í mun til fyrrverandi sáttmála, har ein partur av avsláttrinum fór til at fremja grøna orkuskifti í almennum bygningum og hin til stovnin, so fær grøna orkuskifti nú avslátturin, og stovnurin fær listaprísin hjá Thomsen, sum hevur ligið lægri enn hjá øðrum veitarum.
Fyri at skráseta tykkum hjá Sp/f Thomsen, skulu tit senda upplýsingar uppá ein kontaktpersón fyri stovnin til thomsen@thomsen.fo, ella ringja til Óluva Zachariassen hjá Thomsen á tlf. 26 84 44, og so fáa tit nærri kunning um, hvussu tit skráseta tykkum.
Aðrir spurningur kunnu vendast til mín.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269