Keyp Landsins undir Gjaldstovuni hevur gjørt ein rammusáttmála fyri allar ferðatryggingar hjá landinum frá 1. august 2020. Talan er um ferðatrygging hjá Europæiske umvegis Betri Trygging.
Allir stovnar undir landinum eru bundnir at sáttmálanum sambært rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum.
Allir ferðadagar skulu skrásetast umvegis ferðaavrokningarskipanina hjá Gjaldstovuni, sum er grundarlagið undir øllum avrokningum bæði mótvegis stovnum og trygging.
Tey, ið IKKI eru partur av ferðavrokningarskipanini, t.d. næmingar ella makar hjá landstýrisfólkum í samband við tænastuferðir, skulu boða Betri Trygging frá á teldupostadressuni kje@trygging.fo
Upplýsingarnir, latast skulu inn í hesum sambandi eru:
- Navn á ferðandi
- Stovn, ið ferðast verður fyri
- Fráferðardag
- Heimkomudag
- Land, ið ferðast verður til.
Sjúkrahúsverkið hevur sína egnu ferðatrygging, og er undantikið at nýta ferðatryggingarskipanina hjá Gjaldstovuni.
Tá ið farið verður at ferðast, skal ferðandi hava ferðakort við á ferðini. Fyri at fáa atgongd til ferðakort, er neyðugt, at ein virkar út frá góðkendum økisnavni. Stovnar skulu rita inn á Keypsportalin fyri at heinta ferðakort. Stovnar rita inn á Keypsportalin við at trýsta á "Rita inn - til stovnar" og síðani trýsta á "Innrita". Atgongd til ferðakort fæst umvegis leinkjuni her: Ferðakort
Fulnaður og treytir eru at síggja í skjølunum Fulnaður og Treytir. Í samband við skaða hevur ferðandi sjálv/ur ábyrgdina av fráboða skaðan til Betri Trygging ella Europæiske.
Viðmerking: Ferðatryggingin fevnir ikki um privat ørindi. Dømi: Um eitt starvsfólk leingir sína starvsferð við privatum ørindum, so hevur viðkomandi sjálv/ur ábyrgdina av tryggja seg teir dagarnar, viðkomandi ferðast í privatum ørindum. Vanligt er, í sambandi við privata ferð, at víðka sína trygging fyri innbúgv ella familjutrygging við einari ferðatrygging.
Eru spurningar, so ber til at venda sær til Keypsportalin.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269