Útboð

Heiti ALMENT ÚTBOÐ - INNBÚGV TIL FAMILJUFYRISITINGINA
Nr. 10184
Útboðsformur Útboð
Stutt lýsing Óavsøkudag verður umsitingin av familjumálum føroyskt málsøki. Hetta inniber m.a., at familjurætturin, ið í dag verður umsitin av Ríkisumboðnum, frá ólavsøkudegi skal umsitast av nýggju føroysku Familjufyrisitingini.
Lýsing

Familjufyrisitingin verður sostatt ein almennur stovnur, hvørs virksemi byrjar ólavsøkudag 2018, og sum í høvuðsheitum fer at snúgva seg um málsviðgerð í sambandi við familjurættarlig mál – t.e. samveru, barnapengar, hjúnarskilnað/separatión, verjumál, ættleiðing o.a. Harumframt veitir Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving og mekling. Av tí at Familjufyrisitingin er nýggj er tørvur á at keypa innbúgv til stovnin. Tilboðsgevari skal geva tilboð uppá veiting, uppseting, íbinding av innbúgvi og burturbeining av ruski. Útboðstilfarið er atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá Ordragevara á: https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=kpjgwwzmup og á Keypsportalinum. Tað er gjørligt hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboð gjøgnum iBinder. Vegleiðing er eisini at finna á www.iBinder.com. Spurningar og support til samskiftispallin iBinder kunnu stílast til: Marjun Olsen Lützen telefon 290 880 teldupost malu@lv.fo Helgi Johannesen telefon 290 873 teldupost hejo@lv.fo

Slag

Bólkur Vøra
Veitingarstaður Føroyar
Veitingardagur 31-07-2018
Vekting

Tillutanarkriterium er besta lutfall millum prís og góðsku við hesum vektaðu tillutarnartreytum: 1. Kostnaður 50 % 2. Góðska 50 %

Støða Í viðgerð
Kunngjørt 07-05-2018
Spurnarfreist 14-05-2018 14:00
Innlatingarfreist 17-05-2018 14:00
Útboð latast upp 17-05-2018 14:00
Vinnari kunngerðast 30-06-2018
Útbjóðari Heilsu- og innlendismálaráðið
Bústaður

Eiragarður 2 FO-100 Tórshavn

Kontaktpersónur Monica Hjelm Rasmussen
Telefon 734045
Teldupostur monica.hjelm@himr.fo
Rættingar og viðmerkingar

Vinnari verður kunngjørdur skjótast gjørligt. Veitingardagur er 20. juli 2018. Rætting til pkt. 4 í útboðsbrævinum: Sýn á staðnum verður hildið fríggjadagin 11. mai 2018 klokkan 15.00. Fráboðan um luttøku til sýn skal fráboðast seinasta lagi hósdagin 1o. mai 2018 til Monicu Hjelm Rasmussen á teldupost monica@familjufyrisitingin.fo.

Viðheft skjøl
Stovnað av OlHa@lv.fo - 5/7/2018 1:59:07 PM
Seinast broytt av OlHa@lv.fo - 5/8/2018 2:32:40 PM

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269