Endamálið við “Rundskriv nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum” er at fáa meira fyri pening skattgjaldarans við at skipa landsins keyp av vørum og tænastum, og samstundis stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum. Meginreglan er, at øll keyp av vørum og tænastum eru fevnd av ásetingunum, men keyp upp til 50 tús. kr. eru undantikin, um ikki rammusáttmálar eru galdandi.
Punkt 7 í rundskrivinum gevur møguleika fyri at geva undantøk frá ásetingunum. Skal undantak veitast, so verður hugt eftir, hvussu rímiligt tað er í mun til endamálsorðing og meginreglu.
Galdandi reglur
7.1. Sum meginregla eru øll keyp av vørum og tænastum fevnd av ásetingunum, men keyp upp til 50 tús. kr. eru undantikin, um ikki rammusáttmálar sambært nr. 8.1.2. eru galdandi.
7.2. Niðanfyri eru undantøk til meginregluna lýst:
7.2.1. Rundskrivið er ikki galdandi fyri serviðgerð uttanlands hjá Sjúkrahúsverkinum ella fyri keyp av vørum og tænastum til víðarisølu hjá Apoteksverkinum og Rúsdrekkasølu landsins.
7.2.2. Rundskrivið er ikki galdandi fyri keyp frá lógarásettum monopolveitarum, t.d. elveiting frá SEV, ávístan heilivág frá Apoteksverkinum, rúsdrekka frá Rúsdrekkasølu landsins, og ferðaseðlar við Strandfaraskipum landsins.
7.2.3. Rundskrivið er ikki galdandi fyri viðlíkahald, hjálparveiting, eftirlit og keyp av eykalutum, har upprunaliga vøran ella tænastan er bundin at ávísum veitara.
7.2.4. Um menning av KT-skipan, sum er bundin at ávísum veitara, upprunaliga varð boðin út, er rundskrivið ikki galdandi fyri víðarimenning og dagføringar av KT-skipanini, somuleiðis afturvendandi viðlíkahald og hjálparveiting til KT-skipanina. (Sambært pkt. 8.1.3 í rundskrivinum skal Gjaldstovan hoyrast í sambandi við ætlað keyp, ný- ella víðarimenning av KT-skipanum).
7.2.5. Keyp av vørum og tænastum verða ikki boðin út, um mett verður, at kostnaðurin av útbjóðing verður ov stórur í mun til væntaða sparing. Slíkar metingar við grundgevingum skulu sendast sum fyrispurningur um undantak umvegis Keypsportalin, men verða ikki almannakunngjørdar.
7.2.6. Verður mett neyðugt við undantaki, sum ikki er fevnt av ásetingunum omanfyri, ber til at senda fyrispurning um undantak umvegis Keypsportalin. Veitt undantøk verða almannakunngjørd á Keypsportalinum.
| Dagfesting | Stovnur | Evni |
| 06-04-2020 | Fjarskiftiseftirlitið | Brúk av sama sakførara í Landsrættinum |
| 06-04-2020 | Umhvørvisstovan | Føroyskt sum mál |
| 07-04-2020 | Gjaldstovan - Talgildu Føroyar | Longd av sáttmálanum til rakstur av samleikanum |
| 14-05-2020 | Landssjúkrahúsið | Keyp av ávísum merkið til netútgerð |
| 29-06-2020 | Landssjúkrahúsið | Longd av sáttmálanum til serkoyring av sjúklingum |
| 30-09-2020 | Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu | Keyp av kanningum uttanlands |
| 22-02-2021 | Løgmansskrivstovan | Útboð av hølum og mati í samband við drotningavitjan |
| 23-03-2021 | Umhvørvisstovan | Útboð av fuglateljing |
| 23-04-2021 | Umhvørvisstovan | Útboð av ráðgeving til lýsing av føroysku elskipanini |
| 21-09-2021 | Landssjúkrahúsið | Útboð av telduarmum |
| 21-09-2021 | Umhvørvisstovan | Føroyskt sum mál |
| 18-10-2021 | Akstovan | Útboð til prent av koyrikortum |
| 14-12-2021 | Undirvísingarstýrið | Útboð av strategiráðgeving |
| 17-12-2021 | Landssjúkrahúsið | Keyp av coronalonum |
| 06-01-2022 | Landssjúkrahúsið | Útboð av forskningstræningskurser |
| 02-03-2022 | Fíggjarmálaráðið | Serlig telda til landsstýrisfólk |
| 19-04-2022 | Landssjúkrahúsið | Samstarv við Region Hovedstaden |
| 22-04-2022 | Landssjúkrahúsið | Uppstigan av intranetið |
| 14-07-2022 | Landssjúkrahúsið | Keyp av rack til H-bygningin |
| 24-08-2022 | Landssjúkrahúsið | Keyp av UPS til datacenter B í bygninginum B22, hædd 0 |
| 07-09-2022 | Apoteksverkið | Undantak til keyp av teldu, sum er minst 15,6" og hevur touchskíggja |
| 08-09-2022 | Landssjúkrahúsið | Longd av sáttmála fyri koyring av dialysusjúklingum fyri Landssjúkrahúsið |
| 26-09-2022 | Landssjúkrahúsið | Fylgjari til dialysusjúkling fyri Suðuroyar Sjúkrahús |
| 10-10-2022 | Gjaldstovan | Umbøn um undantak til 2-veitara avtalu í samband við rakstur av Landsnet |
| 18-10-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn frá Landssjúkrahúsinum um undantak at taka samráðingar upp um sjúkraflutning |
| 19-10-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak til keyp av sjúkrabili |
| 27-10-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn frá Lanssjúkrahúsinum um undantak at gera longri sáttmála í samband við keyp av uniformum |
| 29-11-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak til keyp av minibussi |
| 02-12-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak til keyp av gammakamera |
| 13-12-2022 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak til keyp av tólið til Rannsóknarstovuna |
| 20-12-2022 | Tjóðsavnið | Umbøn um teldu, sum ikki er fevnd av rammusáttmálanum um telduútgerð |
| 16-02-2023 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um at brúka danskt mál í útbjóðingartilfari ísv. keyp av medisinsum luftevnum |
| 12-04-2023 | Umhvørvisstovan | Umbøn um at nýta ávísan veitara í samband við verkstovu |
| 13-04-2023 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak í samband við trivnaðarkanning |
| 18-04-2023 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak fyri longri sáttmála enn trý ár í samband við útboð av medisinskum luftevnum |
| 17-08-2023 | Landssjúkrahúsið | Undantak til LS um at sleppa undan at bjóða ráðgevingartænastu út í samband við THS skipan |
| 05-09-2023 | Undirvísingarstýrið | Umbøn um at leingja sáttmálaskeiðið fyri KT tænastum |
| 24-10-2023 | Arbeiðs- og brunaeftirlitið | Umbøn um undantak til keyp av teldu, ið livur upp til MIL-STD 810H standardin |
| 17-11-2023 | Landssjúkrahúsið | Umbøn um undantak til at skriva útboðstilfarið á donskum, og at gera 5 ára sáttmála ísv tilfar til vaskarí |
| 15-01-2024 | Strandfaraskip Landsins | Undantak frá at bjóða billeteringsskipan út |
| 05-03-2024 | Landssjúkarhúsið | Undantak frá at bjóða ljóð og tøkni út í samband við 100 ára veitslu |
| 07-05-2024 | Búnaðarstovan | Undantak frá at gera útboð í samband við menning av talgildari landsjarðarskipan |
| 12-06-2024 | Gjaldstovan | Undantak til útboð av rakstri av Samleikanum, vegna kritiskt kt-undirstøðukervi og undantak frá tríára meginregluni til fimm ára langan sáttmála |
| 12-12-2024 | Landssjúkrahúsið | Undantak til keyp av “GLP Systems Track”, sum er útgerð til automatisering av Biokemiska økinum á Rannsóknarstovui |
| 17-12-2024 | Vørn | Undantak frá rundskrivinum um elbilar |
|
06-02-2025 |
Sjúkrahúsverkið |
Mál: Løgfrøði í kanningararbeiðinum viðv. Sundhedsplatformen |
|
13-02-2025 |
Vinnustovnurin |
Mál: Útgerð í samband við teletrygd |
|
14-02-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Leingjan av sáttmála |
|
04-03-2025 |
Undirvísingarstýrið |
Mál: Samráðingar um tímasats |
|
03-04-2025 |
Talgildu Føroyar |
Mál: ETSI-góðkenning av Samleikanum |
|
08-04-2025 |
Gjaldstovan |
Mál: Veitari at umsita undirstøðukervi og fakskipanir í BSL |
|
13-03-2025
|
Sjúkrahúsverkið
|
Mál: Innkeyp av sjúkrabilum
|
|
29-05-2025 |
Bruna- og Arbeiðseftirlitið
|
Mál: Endurgjald fyri bil við tekniskum avbjóðingum og keyp av nýggjum bili |
|
02-06-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Transportband til Rannsóknarstovuna |
|
10-07-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Menning av CGI-app |
|
29-08-2025 |
Tjaldurs apotek |
Mál: Handverkarauppgávur í samband við bráðfeingis flyting |
|
03-09-2025 |
Gjaldstovan |
Mál: Leingjan av licens-avtalu til menningarpall til Talgildu Føroyar |
|
10-09-2025 |
Gjaldstovan |
Mál: Hýsing av menningarpallinum Outsystems |
|
26-09-2025 |
Undirvísingarstýrið |
Mál: Leingjan av sáttmála |
|
01-10-2025 |
Heilsufrøðiliga starvsstovan |
Mál: KT-veitari til aliskipan |
|
01-10-2025 |
Heilsufrøðiliga starvsstovan |
Mál: Tænastur frá FERA |
|
08-10-2025 |
Gjaldstovan |
Mál: Rakstarsáttmáli fyri MínBoks |
|
08-10-2025
|
Gjaldstovan |
Mál: Rakstarsáttmáli fyri MínBoks |
|
14-10-2025 |
Almannaverkið |
Mál: Keyp av el-bussi |
|
21-10-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Timburuppgáva |
|
21-10-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Útbygging av GLP flutningsbandí |
|
06-11-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Tekstilir til Landssjúkrahúsið |
|
14-11-2025 |
Landsverk |
Mál: Kavablásari til Sornfelli |
|
17-11-2025 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Dagføring av MR-skannara |
|
18-11-2025 |
Landssjúkrahúsið
|
Mál: Rannsóknartól til patologi |
|
04-12-2025 |
Tjóðsavnið |
Mál: Útstapping av kúgv |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til EJBCA og SignServer Grundgeving: Fíggjarmáláráðið viðgjørdi umsóknina. Talgildu Føroyar hevur fingið undantak at gera licensavtalu til support og maintance av EJBCA og SignServer við útlendskan veitara. Orsøkin er, at eingin veitari er í Føroyum, sum veitir hesar licensir, og mett verður ti, at útboð og tilboðsheintingar eru rakstrarliga og fíggjarliga óneyðugar og tyngjandi.
|
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til HSM |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til ID verifications software |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til Membership Shibboleth |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til Oracle Linux Premier Support |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til Samleika appin + USB |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Supportavtalur við Oracle Danmark |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til Talgilda undirskrift |
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til JFrog Pro Edition, Artifactory og 1 License
|
|
15-10-25 |
Talgildu Føroyar |
Mál: Licensavtala til Complete Control - kontraksttýringsamboð |
|
23-12-25
|
Savns Landsins
|
Mál: Keyp av arbeiðsskúri Orsøk: Talan er um ein brúktan skúr, sum Savn landsins hevur leigað í tvey ár. Eftir at hava kannað prís frá øðrum veitarum bað stovnurin um undantak, tí kostnaðurin fyri ein nýggjan var hægri enn at keypa tann brúkta. Undantak givið við tí, at mett verður, at verandi tilboð er bíligari enn at keypa ein nýggjan og kostnaðin av at seta ein nýggjan til. Harumframt verður ikki mett rætt at kappingarútseta vøruna, tá mett verður, at aðrir veitarar ikki kunnu kappast.
|
|
29-12-25 |
Landssjúkrahúsið |
Mál: Keyp av automatiskum flaggstongum |
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269