Røkt av akførum

Gjaldstovan hevur vegna Almannaverkið gjørt ein rammusáttmála viðvíkjandi røkt av akførum hjá Almannaverkinum og øðrum stovnum.

Gjaldstovan og Almannaverkið hava skrivað undir trý ára rammusáttmála við Sp/f Bilrøkt. Rammusáttmálin er tøkur her.

 

Sáttmálin fevnir um hesar vørur og tænastur:

 

Yvirlitið er tøkt á prísir hjá Bilrøkt. Legg til merkis, at stovnar skulu rita inn á Keypsportalin fyri at síggja prísirnar.  

Almannaverkið hevur á leið 79 akfør, ið eru staðbundin í Tórshavn, og sum eru bundin av sáttmálanum. Aðrir stovnar undir landinum kunnu eisini brúka sáttmálan sjálvbodnir. 

Allir stovnar, ið sjálvbodnir vilja brúka sáttmálan, kunnu senda teldupost ella ringja til Høgna Eysturoy hjá Sp/f Bilrøkt á:

 

Partarnir avtala dag og tíð til akfør, ið skulu á verkstað. Sp/f Bilrøkt skipar fyri koyring til og frá verkstaði fyri akfør, sum eru staðbundin í Tórshavn. Við Tórshavn verður sipað til økið innan fyri Norðasta Horn og Sandvíkahjalla.

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Keypsportalin á: 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269