Reingerðingsútgerð

Gjaldstovan hevur á várið 2026 gjørt 3 ára sáttmála við p/f Kjølbro um at veita reingerðingsútgerð til landsins stovnar.  Talan er um vørur so sum moppur, lappar, dustsúgvarar, kustar, viskustykkir o.a. sum verður brúkt í reingerð.

Sáttmálin kann lesast her.

 

Rammusáttmálin fevnir um allar almennar stovnar

Talan er um ein sjálvbodnan rammusáttmála. Hetta merkir, at um stovnar av onkrari orsøk vilja keypa aðra vøru frá øðrum veitara, so er onkur til hindurs fyri tí. So longi talan er um týðandi ørvísi vøru. Man kann ikki keypa somu vøru frá øðrum veitara. 

Tað ber til at biðja um undantak við at venda sær til Keyp landsins. Um stovnur tykkara hevur tørv á sápum, sum ikki eru í rammusáttmálanum, so sum sápa til serligar maskinur ella til serligt tilfar, so kunnu tit keypa hetta uttanfyri rammusáttmálan.

Um tit meta, at veitarin ikki livir upp til sínar skyldur, skulu tit boða Keyp landsins á Gjaldstovuni frá hesum.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269