Frá 1. januar 2026 er avtala gjørd við TRYGD um ferðtrygging. Fram til 31. desember 2025 eru vit tryggja hjá Betri Trygging.
Allir stovnar undir landinum eru bundnir at sáttmálanum sambært rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum.
Allir ferðadagar skulu skrásetast umvegis ferðaavrokningarskipanina hjá Gjaldstovuni, sum er grundarlagið undir øllum avrokningum bæði mótvegis stovnum og trygging.
Stovar og starvsfólk tess, skulu tí onki gera, annað er at nýta ferðauppgerð. Møguleiki er at fáa fysisk ferðatryggingarkort, tó er mest nýtta loysnin – Talgilt Ferðatryggingarkort, sum øll kunnu taka niður á apple og android.
Skaðar verða fráboðaðir á heimasíðuni hjá Trygd undir ”Boða frá skaða” - https://www.trygd.fo/fo/bodafraskada
Í bráðfeingis støðu verður ringt til SOS International. Tað nummarið stendur á ferðatryggingarkortinum.
Treytir kunnu lesast her.
Í samband við skaða hevur ferðandi sjálv/ur ábyrgdina av fráboða skaðan. Keysportalurin veitir sjálvandi neyðuga ráðgeving, um tað gert neyðugt.
Eru spurningar, ber til at venda sær til Keypsportalin ella TRYGD
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269