Útboð

Heiti Talgildur Samleiki
Nr. 10078
Útboðsformur Útboð
Stutt lýsing Sí lýsing
Lýsing

Í viðfesta skrivi verða yvirskipaðu karmarnir viðvíkjandi útboðnum av Talgilda Samleikanum lýstir. Fyrsti parturin lýsir grundarlagið fyri at verkseta Talgilda Samleikan, síðani verður greitt frá sjálvari útbjóðingargongdini og krøvunum, ið verða sett áhugaðu veitarum av Talgilda Samleikanum. Umframt viðfesta skrivið fevnir útbjóðingartilfarið um eitt sáttmálauppskot og viðkomandi fylgiskjøl. Áhugaðir tilboðsveitarar kunnu venda sær til Gjaldstovuna, Talgildu Føroyar, fyri at fáa samlaða útbjóðingartilfarið útvegað. Tað er umráðandi fyri Gjaldstovuna, sum verkætlanareigara, og fyri gongdina í verkætlanini, at tilboðsveitarar seta seg í samband við Gjaldstovuna um møgulig ivamál, so tryggjað verður, at partarnir hava eina felags fatan av innihaldinum og vavinum av sjálvari verkætlanini. Tí verður heitt á tilboðsveitaran um bæði at senda skrivligar spurningar og hava ein virknan leiklut á kunningar- og spurnarfundunum, sum eru lýstir í viðfesta skjali. Tilskilast skal, at hetta útboðið fevnir um sjálvan menningarpartin av Talgilda Samleikanum, meðan rakstrarparturin verður boðin út fyri seg millum undangóðkendar veitarar.

Slag

Bólkur Vøra/Tænasta
Veitingarstaður Føroyar
Veitingardagur 20-06-2017
Vekting

Yvirskipaða vektingin av tilboðunum er Prísur: 50%, Góðska: 50%

Støða Avgreitt
Kunngjørt 28-03-2017
Spurnarfreist 15-05-2017 00:00
Innlatingarfreist 29-05-2017 12:00
Útboð latast upp 20-06-2017 00:00
Vinnari kunngerðast 30-06-2017
Útbjóðari Talgildu Føroyar
Bústaður

Kvíggjartún 1, FO-160 Argir

Kontaktpersónur Rolf Herup Olsen
Telefon 210414
Teldupostur rolf@talgildu.fo
Rættingar og viðmerkingar

Innlatingarfreistin er longd til 29/05 2017 kl. 12

Útboðsvinnari Klintra/Føroya Tele samtak
Tilboðsprísur 16423000
Tilboðsveitarar

Elektron, Klintra/Føroya Tele

Viðheft skjøl
QA spurnarumfar 1 - 2017.04.10.pdf
Talgildi Samleikin - Karmar um útboð.pdf
QA spurnarumfar 2 - 2017.04.24.pdf
QA spurnarumfar 3.pdf
Stovnað av rolf@talgildu.fo - 4/21/2017 1:19:47 PM
Seinast broytt av Maja@gjaldstovan.fo - 7/6/2017 11:51:09 AM

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269