Telduútgerð

Keyp Landsins, Gjaldstovan hevur gjørt rammusáttmála við KT Húsið um keyp av telduútgerð. Sáttmálin sæst her.

Allir stovnar undir landinum eru bundnir at sáttmálanum sambært rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum.

Vøruúrvalið er m.a. teldur, skýggjar, dokkingstøðir, ram, káplar og taskur. Fleiri upplýsingar eru at síggja á innkeypssíðuni, og eftir tørvi verður økt um úrvalið. 

Útgangsstøðið er, at stovnar skulu keypa tær vørur, sum eru at finna í vørulistanum í rammusáttmálanum. Í fall, at neyðuga vøran ikki er at finna í úrvalinum, so mælir Gjaldstovan stovnunum til at skjóta upp, at úrvalið verður víðka við neyðugu vøruni, ella at biðja um undantak til at keypa vøruna.

 

Mannagongd

KT Húsið hevur eina innkeypssíðu, har alt innkeyp fer fram https://handil.kthusid.fo/campaigns/g14

Fyri at bíleggja vørur, er neyðugt at hava eitt brúkaranavn og loyniorð. Hetta fæst við at venda sær til KT Húsið.

Vørur verða bílagdar á innkeypssíðuni, og í Tórshavnar økinum verður vøran koyrd út uttan meirkostnað. Er veitingarstaðurin aðrastaðni í landinum, verður vøran koyrd út við Posta ella eftir nærri avtalu.

Er stovnurin partur av Landsneti, og talan er um keyp av teldu, verður teldan bíløgd á innkeypssíðuni og koyrd á Gjaldstovuna til uppseting. Tú fær boð, tá teldan er klár at heinta. Tað er eisini møguligt at bíleggja umvegis KT Skivuna, ið so tekur sær av bíleggingini.

 

Eru spurningar, ber altíð til at seta seg í samband við:

KT Skivuna: ktskivan@gjaldstovan.fo ella 352490

KT Húsið: info@kthusid.fo ella 205555

Keyp Landsins: keypsportal@gjaldstovan.fo  ella 352400

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269