Heiti | Veiting av fartelefonsamskifti til landsfyrisitingina |
Nr. | 10227 |
Útboðsformur | Útboð |
Stutt lýsing | Løgmansskrivstovan og hini 7 stjórnarráðini hava um 160 fartelefonhald |
Lýsing |
Krøvini til tilboðini eru ein fastprísskipan pr. fartelefon (flatrate), har tað í Føroyum, Evropa og aðrastaðni er frítt at ringja og frí SMS nýtsla, umframt fríur dataflutningur í Føroyum og í minsta lagi 30 GB fríur dataflutningur í Evropa og aðrastaðni. Evropa og aðrastaðni eru at rokna sum øll tey lond sum veitarin hevur/fær flatrateavtalur við í sáttmálatíðarskeiðnum. Sáttmálatíðarskeiðið er frá 1. juli 2019 til 30. juni 2021, men kann leingjast við einum ári. |
Slag | |
Bólkur | Tænasta |
Veitingarstaður | Føroyar |
Veitingardagur | 01-07-2019 |
Vekting |
Fastprísur (flatrate) pr. mánaðarligt fartelefonhald vektar 100% |
Støða | Avgreitt |
Kunngjørt | 20-06-2019 |
Spurnarfreist | 27-06-2019 10:00 |
Innlatingarfreist | 28-06-2019 11:00 |
Útboð latast upp | 28-06-2019 11:00 |
Vinnari kunngerðast | 30-06-2019 |
Útbjóðari | Fíggjarmálaráðið |
Bústaður |
Tinganes |
Kontaktpersónur | Atli Suni Leo |
Telefon | 552055 |
Teldupostur | atli@fmr.fo |
Rættingar og viðmerkingar |
Sáttmálin um veiting av fartelefonsamskifti til landsfyrisitingina kann víðkast til at verða nýttur av smærri stovnum, men til hetta krevst góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum. Eisini verður gjørt vart við, at frá 1. januar 2020 fara haldini til Undirvísingarstýrið burturúr landsfyrisitingini (áleið 15 hald). Fíggjarmálaráðið tilskilar sær rættin at lata fastnetstelefonvekslaran hjá landsfyrisitingini fylgja veitaranum av fartelefonsamskiftinum. |
Útboðsvinnari | Føroya Tele |
Tilboðsprísur | 450000 |
Tilboðsveitarar |
Føroya Tele og Hey |
Viðheft skjøl | |
Stovnað av | Atli@fmr.fo - 6/20/2019 10:47:32 AM |
Seinast broytt av | Maja@gjaldstovan.fo - 7/1/2019 1:29:46 PM |
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269