Heiti | Servara-útgerð til FarGen-superteldu |
Nr. | 10190 |
Útboðsformur | Útboð |
Stutt lýsing | Compute- og goymslu-servarar til FarGen |
Lýsing |
FarGen hevur fingið fígging til at menna eina superteldu til bioinformatiskt arbeiði við ílegudátum, sum verða framleiddar í FarGen. Til hetta hava vit tørv á KT-útgerð. Ílegurnar hjá einum menniskja er ein ógvuliga stór mongd av dáta. Tí setur bioinformatiska arbeiðið, altso greiningin av ílegudátunum, sera høg krøv til RAM og goymslu. Tess meira dáta tú kanst hava í RAM, tess skjótari gongur greiningin. Samstundis skulu hesar stóru mongdirnar av dáta lesast av diski og skrivast aftur á disk. Tískil er umráðandi at hava skjóta goymslu so sum SSD. Fyri at greina ílegurnar hjá føroyingum og finna sjúkuelvandi ílegur, er umráðandi, at nevndu tørvirnir verða nøktaðir. Synack hava snikkað kravfestingina í tilboðnum (viðheft), sum er á føroyskum, enskum og donskum. Tann føroyska útgávan er galdandi, í fall ivamál eru. |
Slag | |
Bólkur | Vøra |
Veitingarstaður | Føroyar |
Veitingardagur | 17-09-2018 |
Vekting |
Prísur: 60% Eyka performance: 35% Tilboðs góðska: 5% Sí kravfestingina (viðheft). |
Støða | Avgreitt |
Kunngjørt | 03-07-2018 |
Spurnarfreist | 08-08-2018 15:00 |
Innlatingarfreist | 15-08-2018 15:00 |
Útboð latast upp | 16-08-2018 08:00 |
Vinnari kunngerðast | 30-08-2018 |
Útbjóðari | FarGen |
Bústaður |
J. C. Svabosgøta 43 FO-100 Tórshavn |
Kontaktpersónur | Heðin Ejdesgaard |
Telefon | 771110 |
Teldupostur | hej@synack.fo |
Rættingar og viðmerkingar |
Nágreining: Krøvuni eru lokin um tilboðsgevarin letur tilboð inn ið hevur somu ella betri góðsku ("specs"), sum tann kravfestingin setur. Eitt dømi sum hevði lokið krøvini fyri model 1 CPU: 2 sockets. 25 cores pr. socket. 2,3GHz core frekvens. [Cores pr. chassis] = [sockets]*[cores pr. socket] = 50 Nágreining: unit size, eins og onnur "specs" eru minimum. Prentvilla: har tað stendur model "Intel S4400" (í model 3 "OS SSD" og model 4 "Data SSD") skal tað standa model "Intel S4500". Broyting: Model 1 skal hava minimum 512 GB RAM per chassis og model 2 skal hava minimum 1024 GB RAM per chassis (sí "Amount of RAM" undir "RAM" í model 1 og 2) uttan mun til tal av kjarnum. Við hesari broyting verður tað munandi einfaldari at finna besta CPU til prísin, sum lúkar krøvuni. Broyting: Ein tilboðsgevari hevur umbiðið fylgjandi frávik: Model 1 og 2. Core frekvens: 2.1 GHz Hetta frávik er hervið góðtikið. Nágreining: í model 4 undir "chassis" og "hardware interface" stendur "SATA3 or NVMe". Hetta vil siga at model 4 chassis kann innihalda bæði SATA3 og NVMe. Tað er ikki neyðugt at halda seg til bara eina hardware interface. |
Útboðsvinnari | KT Húsið V-tal 597570 |
Tilboðsprísur | 669899 |
Tilboðsveitarar |
Ctrl, Formula, Nema, KT Húsið |
Viðheft skjøl | |
Stovnað av | olavur@fargen.fo - 7/3/2018 9:10:52 AM |
Seinast broytt av | Maja@gjaldstovan.fo - 8/31/2018 6:57:27 AM |
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269