Heiti | ALMENT ÚTBOÐ - INNBÚGV TIL FAMILJUFYRISITINGINA |
Nr. | 10184 |
Útboðsformur | Útboð |
Stutt lýsing | Óavsøkudag verður umsitingin av familjumálum føroyskt málsøki. Hetta inniber m.a., at familjurætturin, ið í dag verður umsitin av Ríkisumboðnum, frá ólavsøkudegi skal umsitast av nýggju føroysku Familjufyrisitingini. |
Lýsing |
Familjufyrisitingin verður sostatt ein almennur stovnur, hvørs virksemi byrjar ólavsøkudag 2018, og sum í høvuðsheitum fer at snúgva seg um málsviðgerð í sambandi við familjurættarlig mál – t.e. samveru, barnapengar, hjúnarskilnað/separatión, verjumál, ættleiðing o.a. Harumframt veitir Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving og mekling. Av tí at Familjufyrisitingin er nýggj er tørvur á at keypa innbúgv til stovnin. Tilboðsgevari skal geva tilboð uppá veiting, uppseting, íbinding av innbúgvi og burturbeining av ruski. Útboðstilfarið er atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá Ordragevara á: https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=kpjgwwzmup og á Keypsportalinum. Tað er gjørligt hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboð gjøgnum iBinder. Vegleiðing er eisini at finna á www.iBinder.com. Spurningar og support til samskiftispallin iBinder kunnu stílast til: Marjun Olsen Lützen telefon 290 880 teldupost malu@lv.fo Helgi Johannesen telefon 290 873 teldupost hejo@lv.fo |
Slag | |
Bólkur | Vøra |
Veitingarstaður | Føroyar |
Veitingardagur | 31-07-2018 |
Vekting |
Tillutanarkriterium er besta lutfall millum prís og góðsku við hesum vektaðu tillutarnartreytum: 1. Kostnaður 50 % 2. Góðska 50 % |
Støða | Í viðgerð |
Kunngjørt | 07-05-2018 |
Spurnarfreist | 14-05-2018 14:00 |
Innlatingarfreist | 17-05-2018 14:00 |
Útboð latast upp | 17-05-2018 14:00 |
Vinnari kunngerðast | 30-06-2018 |
Útbjóðari | Heilsu- og innlendismálaráðið |
Bústaður |
Eiragarður 2 FO-100 Tórshavn |
Kontaktpersónur | Monica Hjelm Rasmussen |
Telefon | 734045 |
Teldupostur | monica.hjelm@himr.fo |
Rættingar og viðmerkingar |
Vinnari verður kunngjørdur skjótast gjørligt. Veitingardagur er 20. juli 2018. Rætting til pkt. 4 í útboðsbrævinum: Sýn á staðnum verður hildið fríggjadagin 11. mai 2018 klokkan 15.00. Fráboðan um luttøku til sýn skal fráboðast seinasta lagi hósdagin 1o. mai 2018 til Monicu Hjelm Rasmussen á teldupost monica@familjufyrisitingin.fo. |
Viðheft skjøl | |
Stovnað av | OlHa@lv.fo - 5/7/2018 1:59:07 PM |
Seinast broytt av | OlHa@lv.fo - 5/8/2018 2:32:40 PM |
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269