Útbjóðingarhættir
Í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum eru ásettir tveir hættir fyri útbjóðing. Annar hátturin er at bjóða út við tilboðsfyrispurningum, meðan hin er alment útboð.
Tilboðsfyrispurningur
Tilboðsfyrispurningur kann verða nýttur sum keypsháttur fyri keyp upp til 500 tús. kr. u/mvg, og kravt verður, at tilboð skulu biðjast frá í minsta lagi 2 veitarum.
Mest grundleggjandi krøvini til ein tilboðsfyrispurning eru:
- Tilboðsfyrispurningurin skal sendast út til møguligu veitararnar, á ein hátt sum tryggjar at teir móttaka fyrispurningin samstundis.
- Treytir og krøv til vøruna ella tænastuna skulu vera væl lýst í tilboðsfyrispurninginum.
- Um tað ikki bert er prísurin, men eisini onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri, hvat tilboð verður valt, eigur greitt at verða tilskilað í tilboðsfyrispurninginum, hvussu nógv ymsu viðurskiftini vekta í samlaðu metingini av tilboðnum.
- Veitarar fáa stutta freist at seta spurningar til innihaldið í tilboðsfyrispurninginum, sí nágreining í samsvarandi broti fyri alment útboð. Spurningar frá og svar til hvønn einstakan veitara skulu sendast til hinar veitararnar.
- Í tilboðsfyrispurninginum skulu tíðarfreistir vera fyri, nær tilboðini skulu vera inni, og nær avgerð verður tikin um, hvør vinnur útbjóðingina, sí nágreining í samsvarandi broti fyri alment útboð.
Alment útboð
Alment útboð skal verða nýtt sum keypsháttur fyri keyp omanfyri 500 tús. kr. u/mvg, men kann eisini verða nýtt fyri keyp undir hesa upphædd.
Almenn útboð verða lýst á keypsportalinum, soleiðis at allir áhugaðir veitarar fáa høvi at geva boð upp á vøruna ella tænastuna, sum verður boðin út.
Mest grundleggjandi krøvini til almenn útboð eru:
- Treytir og krøv til vøruna ella tænastuna skulu vera væl lýst í útboðstilfarinum.
- Treytir og krøv til veitarar skulu vera væl lýst í útboðstilfarinum. M.a. verður kravd váttan frá veitarunum um, at teir ikki eru í eftirstøðu við skuld til tað almenna.
- Um tað ikki bert er prísurin, men eisini onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri, hvat tilboð verður valt, so eigur greitt at verða tilskilað í útboðstilfarinum, hvussu nógv ymsu viðurskiftini vekta í samlaðu metingini av tilboðnum.
- Veitarar fáa eina freist á eina til tvær vikur at seta spurningar til innihaldið í útboðstilfarinum. Tað hevur stóran týdning, at partarnir hava skilt hvønn annan, áðrenn veitararnir fara í holt við at fyrireika tilboðið. Tá slepst undan, at avgerðir verða tiknar á skeivum grundarlag, og at misskiljingar koma fram eftir, at avgerð er tikin um, hvør vinnur útbjóðingina. Spurningar frá og svar til hvønn einstakan veitara verða fráboðað keypsportalinum, sum partur av útboðstilfarinum.
- Í útboðstilfarinum skulu tíðarfreistir vera fyri, nær tilboðini skulu vera inni, nær tilboðini verða almannakunngjørd, og nær avgerð verður tikin og almannakunngjørd um, hvør vinnur útbjóðingina. Tey, ið hava givið tilboð, eiga at fáa møguleika fyri at vera hjástødd, tá ið tilboðini verða almannakunngjørd. Tað er ikki altíð, at avgerðin um, hvør vinnur útbjóðingina, fellur samstundis sum almannakunngeringin av tilboðunum. Tað kann verða neyðugt at kanna, um fortreytirnar í útboðstilfarinum eru fylgdar, áðrenn endalig avgerð verður tikin um, hvør vinnur útbjóðingina.