Um keypsportalin
Almenn útboð í sambandi við vøru- og tænastukeyp hjá stjórnarráðum og stovnum undir landinum, verða lýst á Keypsportalinum, soleiðis at allir áhugaðir veitarar fáa høvi at geva boð upp á vøruna ella tænastuna, sum verður boðin út.
Alment útboð skal verða nýtt sum keypsháttur fyri keyp omanfyri 500 tús. kr. (uttan meirvirðisgjald), men kann eisini verða nýtt fyri keyp undir hesa upphædd.