Til veitara
Á Keypsportalinum kunnu øll áhuga síggja, hvørjar almennar útbjóðingar verða lýstar í sambandi við keyp av vørum og tænastum. Her ber m.a. til at síggja, hvørjar vørur og tænastur verða bjóðaðar út, hvør bjóðar út og nær freistin er fyri at lata tilboð inn.
Tá veitarar skulu fyrireika eitt tilboð, ber til at fáa góðan íblástur á donsku heimasíðuni udbudsportalen.dk. Her á síðuni er ikki nøkur fullfíggjað vegleiðing í at gera og lata tilboð inn, men niðanfyri er ein listi við nøkrum mistøkum, ið ofta koma fyri tá veitarar arbeiða við at lata tilboð inn. Í summum førum kunnu hesi mistøk hava við sær, at útbjóðari noyðist at síggja burtur frá einum innkomnum tilboði. Tað lættir tí um, bæði hjá útbjóðara og tilboðsveitara, um hesi mistøk ikki verða gjørd.
Nøkur vanlig mistøk
- Komið er ov nær innlatingarfreistini, áðrenn farið verður undir at fyrireika tilboðið
- Ov lítið verður gjørt við at seta seg inn í uppgávuna
- Arbeiðið at gera tilboðið er illa lagt til rættis og illa stýrt
- Starvsfólk við lítlum ella ongum royndum verða sett á uppgávuna
- Farið verður ov lættliga um formlig krøv
- Gomul tilboð verða endurnýtt, uttan nøktandi tillaging til nýggju útbjóðingina
- Langur frístílur verður skrivaður um, hvussu framúr vøran ella tænastan er
- Spurt verður um fakta uttan at hyggja í útbjóðingartilfarið fyrst
- Tilboðið verður ikki rættlisið, áðrenn tað verður latið inn
- Hugt verður ikki eftir (møguligum) lista við spurningum og svarum