Frá 1. oktober 2013 skulu stjórnarráð og stovnar undir landinum brúka Keypsportalin til at almannakunngera útboð í sambandi við keyp av vørum og tænastum. Hetta er ásett í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum. (Dagført 2019)
Ásetingin merkir, at keyp omanfyri 500 tús. kr. u/mvg, skulu bjóðast út á Keypsportalinum. Í tann mun keyp av vørum og tænastum fyri minni enn 500 tús. kr u/mvg verða skipað sum almenn útboð, kann Keypsportalurin eisini brúkast til at almannakunngera hesi útboð.
Tað kann verða rættiliga ymiskt, hvat slag av vørum og tænastum verða boðin út, og hvørji krøvini eru til útbjóðingartilfar. Torført kann tí vera at siga, júst hvat ein eigur at hugsa um í sambandi við hvørja einstaka útbjóðing. Niðanfyri er tó ein yvirskipað vegleiðing um, hvat eigur at gerast og havast í huga í sambandi við tey 5 høvuðsstigini í einari útbjóðingartilgongd.
Áðrenn eitt keyp verður boðið út, er viðkomandi at hugsa um hesi viðurskifti:
Almenn útboð skulu lýsast á Keypsportalinum, soleiðis at allir áhugaðir veitarar fáa høvi at geva boð upp á vøruna ella tænastuna, sum verður boðin út. Útbjóðari skal í hesum sambandi brúka frymilin, sum liggur á Keypsportalinum. Í frymlinum skal m.a. ásetast hvør útbjóðari er, hvat verður boðið út og nær freistin fyri at lata tilboð inn gongur út. Fleiri og neyvari upplýsingar um útboðið kunnu lýsast í útbjóðingartreytunum og øðrum viðheftum skjølum. Útbjóðingartreytirnar og møguliga onnur skjøl skulu vera tøk á Keypsportalinum ella á aðrari heimasíðu, sum víst verður til, tá útbjóðingin verður kunngjørd. Um skjøl og møguligt annað tilfar ikki er tøkt á Keypsportalinum ella aðrari heimasíðu, skal hetta sendast teimum, ið biðja um tað.
Útbjóðingartilfarið er sjálv útboðslýsingin, útbjóðingartreytirnar og aðrar upplýsingar. Útbjóðarar skulu lýsa almenn útboð á Keypsportalinum. Afturat hesum kunnu útbjóðarar gera sjálvstøðugar útbjóðingartreytir, sum lýsa vøruna ella tænastuna, ið ætlanin er at keypa. Henda lýsingin verður gjørd á tann hátt, at útbjóðari setur upp eina røð av útgreiningum, sum á objektivan hátt ásetur kravdar eginleikar til vøruna ella tænastuna. Hetta kunnu t.d. vera ásetingar um dygdarstøðið, brúkaraeginleikar og umhvørviseginleikar. Í útbjóðingartilfarinum kunnu treytir eisini setast fyri, hvussu veitarin skal lata eina vøru ella tænastu. Hetta eru sonevndar sáttmálatreytir, ið m.a. kunnu snúgva seg um yvirskipað løgfrøðilig viðurskifti ella ásetingar um skyldur í sambandi við at taka sosial atlit ella umhvørvisatlit.
Útgangsstøðið í sambandi við alment útboð er, at øll hava møguleika at bjóða. Útbjóðarin kann tó áseta nøkur minstukrøv, ið skulu vera lokin fyri at ein skal hava rætt til at bjóða. Sáttmáli verður gjørdur við tann veitara, sum hevur besta boðið í mun til treytirnar í útboðnum. Er bara talan um prís, er tað tilboðið við lægsta prísinum, ið vinnur kappingina. Um tað ikki bert er prísurin, men eisini onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri, hvat tilboð verður valt, verður sáttmáli gjørdur við tann veitara, sum samlað hevur besta tilboðið. Tá útbjóðari hevur tikið støðu til, hvør veitari hevur vunnið kappingina, skal hann boða øllum tilboðslatarum frá støðutakanini. Kunngjørt verður eisini á Keypsportalinum, hvørjum tilboði tikið verður av.
Tá keypssáttmáli er gjørdur, kunnu munandi broytingar ikki gerast, uttan sáttmálin verður boðin út av nýggjum. Grundgevingin fyri hesum er, at ein sáttmáli, ið verður munandi broyttur, er at rokna sum ein nýggjur sáttmáli. Fyri at gagnnýta royndirnar og menna førleikarnar hjá teimum, ið keypa inn fyri landið, er ásett í rundskrivinum, at allir tilboðsfyrispurningar, almenn útboð, avgerðir við grundgevingum og gjørdir keypssáttmálar skulu fráboðast til Keypsportalin.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269