Útboð

Heiti Veiting av fartelefonsamskifti til landsfyrisitingina
Nr. 10227
Útboðsformur Útboð
Stutt lýsing Løgmansskrivstovan og hini 7 stjórnarráðini hava um 160 fartelefonhald
Lýsing

Krøvini til tilboðini eru ein fastprísskipan pr. fartelefon (flatrate), har tað í Føroyum, Evropa og aðrastaðni er frítt at ringja og frí SMS nýtsla, umframt fríur dataflutningur í Føroyum og í minsta lagi 30 GB fríur dataflutningur í Evropa og aðrastaðni. Evropa og aðrastaðni eru at rokna sum øll tey lond sum veitarin hevur/fær flatrateavtalur við í sáttmálatíðarskeiðnum. Sáttmálatíðarskeiðið er frá 1. juli 2019 til 30. juni 2021, men kann leingjast við einum ári.

Slag

Bólkur Tænasta
Veitingarstaður Føroyar
Veitingardagur 01-07-2019
Vekting

Fastprísur (flatrate) pr. mánaðarligt fartelefonhald vektar 100%

Støða Avgreitt
Kunngjørt 20-06-2019
Spurnarfreist 27-06-2019 10:00
Innlatingarfreist 28-06-2019 11:00
Útboð latast upp 28-06-2019 11:00
Vinnari kunngerðast 30-06-2019
Útbjóðari Fíggjarmálaráðið
Bústaður

Tinganes

Kontaktpersónur Atli Suni Leo
Telefon 552055
Teldupostur atli@fmr.fo
Rættingar og viðmerkingar

Sáttmálin um veiting av fartelefonsamskifti til landsfyrisitingina kann víðkast til at verða nýttur av smærri stovnum, men til hetta krevst góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum. Eisini verður gjørt vart við, at frá 1. januar 2020 fara haldini til Undirvísingarstýrið burturúr landsfyrisitingini (áleið 15 hald). Fíggjarmálaráðið tilskilar sær rættin at lata fastnetstelefonvekslaran hjá landsfyrisitingini fylgja veitaranum av fartelefonsamskiftinum.

Útboðsvinnari Føroya Tele
Tilboðsprísur 450000
Tilboðsveitarar

Føroya Tele og Hey

Viðheft skjøl
Stovnað av Atli@fmr.fo - 6/20/2019 10:47:32 AM
Seinast broytt av Maja@gjaldstovan.fo - 7/1/2019 1:29:46 PM

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269