Útboð

Útboðsheiti Útbjóðing av eftirliti og elektriskum viðlíkahaldi í tunlum.
Útboðsnr 10087
Stutt lýsing Útbjóðing av eftirlitið og elektriskum viðlíkahaldi í Norðskálatunlinum, Leynatunlinum, Hovstunlinum, Viðareiðistunlinum, Leirvíkartunlinum og Kollfjarðartunlinum í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2017 til 30. september 2020
Lýsing

Arbeiðið fevnir um Norðskálatunnilin, Leynatunnilin, Hovstunnilin, Viðareiðistunnilin, Leirvíkartunnilin og Kollfjarðartunnlin. Viðlíkahaldsavtalan er galdandi í 3 ár. Bjóðað upp á arbeiðið samlað. Fyri at kunna samanbera tilboðini, skulu øll seta tilboðið upp, soleiðis at ongin ivi er um hvat eftirlitið og viðlíkahaldið kostar fyri hvønn einstakan tunnil. viðvíkjandi omanfyri nevnda arbeiði. Sí viðhefta skjal fyri nærri lýsing av arbeiðinum

Slag

Tænastur

Bólkur Vøra/Tænasta
Veitingarstaður Føroyar
Veitingardagur 01-10-2017
Vekting

Target prísur roknaður til samlað kr 180.000,00 u/mvg um árið 1. Kostnaði (50%) 2. Organisatión (35%) 3. Mesta tilkallutíð (15%) sí viðhefta skjal fyri nærri lýsing av vekting.

Støða Avgreitt
Kunngjørt 22-08-2017
Spurnarfreist 15-09-2017 15:00
Innlatingarfreist 22-09-2017 13:30
Útboð latast upp 22-09-2017 13:30
Vinnari kunngerðast 27-09-2017
Útbjóðari Landsverk
Bústaður

Landsverk, Tinghúsvegur 5, FO-100 Tórshavn

Kontaktpersónur Sølvi Sjúrðarson
Telefon +298290862
Teldupostur sosj@lv.fo
Rættingar og viðmerkingar

í Útbjóðing av viðlíkahaldi 2017.pdf, stendur at møguligir ástaðarfundir verða mikudagin 3. september, Hettar er rættað til 13. september 1. spurningur - Tú skrivar at man skal hava certifikat uppá servisering av ups anleggum, er tað eitt ávíst certifikat tit hugsa um her, og er hetta møguligt at fáa sær til vega eftir tilboðs innlatingina? 1 svar uppá spurning1: Tað skal vera møguligt hjá bjóðandi at fáa sær til vega certifikat uppá servisering av ups anleggum eftir tilboðs innlatingina – hetta í sambandi við sáttmálaundirskrivingina 2 spurningur : - Tú skrivar at man skal hava galdandi prógv fyri “vegurin sum arbeiðspláss”, havi tosa við vej-eu.dk teir hava eitt skeið eftir tilboðsinnlatingina, er her møguligt at fáa sær hetta til vega eftir innlatingina? Svar uppá spurning 2 Um tann bjóðandi ikki hevur lokið skeið í ’vegurin sum arbeiðspláss’ innan tilboðslatingina, skal hann skjótast gjørligt fáa sær hetta skeiðið eftir tilboðs innlatingina – hetta í sambandi við sáttmálaundirskrivingina spurningur 3 er vekting av prísi røtt? svar uppá spurning 3. Nei, prísurin verður rættaður til at vekta 50%, Organiasation 35% og Mesta tilkallið tíð 15 % hettar er nú rættað í vekting teiginum og í "Útbjóðing av viðlíkahaldi 2017.pdf" skjalinum sum er viðheft. Spurningur 4 Hvat slag av gass følara er í SRO tunlunum? Svar uppá spurning 4. Fylgjandi følara frá Crowcon eru í Hovstunnilinum, Leynatunnilinum, Norðskálatunnilinum og Viðareiðistunnilinum: Carbon Monoxide (CO) typa 1 (range 200) Nitric Oxide (NO) typa 1 (range 50) datablað viðfest. Spurningur 5. Hvat er við SRO telduni í nevnd er í "Útbjóðing av viðlíkahaldi 2017.pdf" skjalinum sum er viðheft. Svar uppá spurning 5 Landsverk útvegar fjarsamband til SRO skýggjan. Útboðsvinnaran kann so við síni egnu teldu logga seg á SRO skýggjan og fylgja við støðuni í SRO tunlunum har.

Útboðsvinnari EL SERVICE
Tilboðsprísur 376.300,41
Tilboðsveitarar

El Teknik EL-IN EL-SERVICE El-Talvuvirkið

Viðheft skjøl
Gassfølara.pdf
Høvuðstilboðsskjal 2017.pdf
tilb.listi 2017.pdf
trygdarætlan 2016.pdf
Útbjóðing av viðlíkahaldi 2017.pdf

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269