Útboð

Heiti UNDANGÓÐKENNING SAMBÝLI Í REYNSTÚNI - Heildarráðgeving
Nr. 10210
Útboðsformur Útboð
Stutt lýsing UNDANGÓÐKENNING SAMBÝLI Í REYNSTÚNI - Heildarráðgeving
Lýsing

UNDANGÓÐKENNING SAMBÝLI Í REYNSTÚNI Landsverk (hereftir ”Byggiharri”) heitur hervið á tykkara fyritøku at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð uppá omanfyristandandi uppgávu. Tað verður kunnað um, at tríggjar fyritøkur verða bodnar at geva tilboð. Samsýning á 70.000 kr. verður givin fyritøkunum, sum geva tilboð við einari samlaðari meting yvir miðal. Samsýningin hjá fyritøkuni, sum fer at gera ráðgevarasáttmála við byggiharran, verður roknaða sum partur av samlaðu ráðgevarasamsýningini. Lýsing av uppgávuni Nýtt sambýli skal eftir ætlan byggjast á matr.nr. 4cl, 4cm og 4bs á Argjum, og fevnir tað um bæði bygning, atkomu, parkeringsøki og uttanumøki. Byggjast skal eitt sambýli á umleið 1200 - 1300 m² helst í einari hædd. Sambýlið skal líkjast einum privatum heimi og skal tískil fella væl inn í bústaðarumhvørvið, ið liggur upp at byggiøkinum. Sambýlið er býtt sundur í eindir, og skulu einstøku eindirnar ikki órógva hvørja aðra í dagligdegnum, men heldur stuðla upp undir virksemið í hvørji einstøku teirra. Fígging: Samlaði fíggjarligi kostnaðurin fyri verkætlanina er 35 mió.kr. Eingin verklagslóg fyri verkætlanin fyriliggur í verandi løtu – sí frágreiðing undir Tíðarætlan. Útboðstilfar til undangóðkenning Útboðstilfarið til undangóðkenningina er frítt atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá Byggiharra á: https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=nrmmceokpn Tað er gjørligt hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboð gjøgnum iBinder. Vegleiðing er eisini at finna á www.iBinder.com. Spurningar og support til samskiftispallin iBinder kunnu vendast til: Marjun Olsen Lützen telefon 290 880 teldupost malu@lv.fo Helgi Johannesen telefon 290 873 teldupost hejo@lv.fo Umsóknarfreist og innlatingar adressa: Umsóknir til undangóðkenning skulu latast inn talgilt gjøgnum samskiftispallin hjá Byggiharra, sum er iBinder. Innlating av umsóknum fer fram við at uppsenda samlaðu umsóknina til skiljiblað “Umsókn”, inni í samskftispallinum iBinder. Vísast skal til vegleiðingina á heimasíðuni hjá iBinder: https://www.ibinder.com/pub/dk/filmklip.aspx undir “Digitalt udbud”. Umsóknir til undangóðkenning skulu handast í síni heild í seinasta lagi: Mánadagin 29. okt. 2018, kl. 14.00 Kunnandi verður freistin eisini ásett í iBinder. Umsóknir sum koma inn eftir hesa freist verða ikki tikin við til metingar. Upplating av tilboðum Umsóknir verða latnar upp á iBinder innlatingardagin klokkan 14.00. Spurningar Spurningar skulu setast á føroyskum og í iBinder undir skiljiblað “Spurningar og svar”. Spurningar skulu setast í seinasta lagi týsdagin 16. okt. 2018 og 14.00. Spurningar verða svaraðir skrivliga og dulnevndir. Svar verða atkomulig fyri allar tilboðsgevarar á iBinder í seinasta lagi fríggjadagin 19. okt. 2018.

Slag

Bólkur Tænasta
Veitingarstaður Føroyar
Veitingardagur 29-10-2018
Vekting

Sí útboðstilfar

Støða Avgreitt
Kunngjørt 02-10-2018
Spurnarfreist 16-10-2018 14:00
Innlatingarfreist 29-10-2018 14:00
Útboð latast upp 29-10-2018 14:00
Vinnari kunngerðast 30-11-2018
Útbjóðari Landsverk
Bústaður

Tinghúsvegur 5 100 Tórshavn

Kontaktpersónur Kirstin Hansen
Telefon 290864
Teldupostur kiha@lv.fo
Rættingar og viðmerkingar

Útboðsvinnari MAP-arkitektar
Tilboðsprísur 3650000
Tilboðsveitarar

MAP, ZETA, ARK99, SNA

Viðheft skjøl
Stovnað av OlHa@lv.fo - 10/2/2018 11:43:39 AM
Seinast broytt av Maja@gjaldstovan.fo - 7/9/2019 12:00:15 PM

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269