Útboð

Heiti Servara-útgerð til FarGen-superteldu
Nr. 10190
Útboðsformur Útboð
Stutt lýsing Compute- og goymslu-servarar til FarGen
Lýsing

FarGen hevur fingið fígging til at menna eina superteldu til bioinformatiskt arbeiði við ílegudátum, sum verða framleiddar í FarGen. Til hetta hava vit tørv á KT-útgerð. Ílegurnar hjá einum menniskja er ein ógvuliga stór mongd av dáta. Tí setur bioinformatiska arbeiðið, altso greiningin av ílegudátunum, sera høg krøv til RAM og goymslu. Tess meira dáta tú kanst hava í RAM, tess skjótari gongur greiningin. Samstundis skulu hesar stóru mongdirnar av dáta lesast av diski og skrivast aftur á disk. Tískil er umráðandi at hava skjóta goymslu so sum SSD. Fyri at greina ílegurnar hjá føroyingum og finna sjúkuelvandi ílegur, er umráðandi, at nevndu tørvirnir verða nøktaðir. Synack hava snikkað kravfestingina í tilboðnum (viðheft), sum er á føroyskum, enskum og donskum. Tann føroyska útgávan er galdandi, í fall ivamál eru.

Slag

Bólkur Vøra
Veitingarstaður Føroyar
Veitingardagur 17-09-2018
Vekting

Prísur: 60% Eyka performance: 35% Tilboðs góðska: 5% Sí kravfestingina (viðheft).

Støða Avgreitt
Kunngjørt 03-07-2018
Spurnarfreist 08-08-2018 15:00
Innlatingarfreist 15-08-2018 15:00
Útboð latast upp 16-08-2018 08:00
Vinnari kunngerðast 30-08-2018
Útbjóðari FarGen
Bústaður

J. C. Svabosgøta 43 FO-100 Tórshavn

Kontaktpersónur Heðin Ejdesgaard
Telefon 771110
Teldupostur hej@synack.fo
Rættingar og viðmerkingar

Nágreining: Krøvuni eru lokin um tilboðsgevarin letur tilboð inn ið hevur somu ella betri góðsku ("specs"), sum tann kravfestingin setur. Eitt dømi sum hevði lokið krøvini fyri model 1 CPU: 2 sockets. 25 cores pr. socket. 2,3GHz core frekvens. [Cores pr. chassis] = [sockets]*[cores pr. socket] = 50 Nágreining: unit size, eins og onnur "specs" eru minimum. Prentvilla: har tað stendur model "Intel S4400" (í model 3 "OS SSD" og model 4 "Data SSD") skal tað standa model "Intel S4500". Broyting: Model 1 skal hava minimum 512 GB RAM per chassis og model 2 skal hava minimum 1024 GB RAM per chassis (sí "Amount of RAM" undir "RAM" í model 1 og 2) uttan mun til tal av kjarnum. Við hesari broyting verður tað munandi einfaldari at finna besta CPU til prísin, sum lúkar krøvuni. Broyting: Ein tilboðsgevari hevur umbiðið fylgjandi frávik: Model 1 og 2. Core frekvens: 2.1 GHz Hetta frávik er hervið góðtikið. Nágreining: í model 4 undir "chassis" og "hardware interface" stendur "SATA3 or NVMe". Hetta vil siga at model 4 chassis kann innihalda bæði SATA3 og NVMe. Tað er ikki neyðugt at halda seg til bara eina hardware interface.

Útboðsvinnari KT Húsið V-tal 597570
Tilboðsprísur 669899
Tilboðsveitarar

Ctrl, Formula, Nema, KT Húsið

Viðheft skjøl
Stovnað av olavur@fargen.fo - 7/3/2018 9:10:52 AM
Seinast broytt av Maja@gjaldstovan.fo - 8/31/2018 6:57:27 AM

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269