Útboð

Heiti Reingerð á Fróðskaparsetri Føroya
Nr. 10109
Útboðsformur Útboð
Stutt lýsing Reingerð av bygningum hjá Fróðskaparsetri Føroya
Lýsing

Við hesum verður arbeiðið at gera reint á hesum støðum lýst leyst: 1. Søgu- og samfelagsdeildin & Sjúkrarøktardeildin (Jónas Broncks gøta 25) 2. Setursskrivstovan (J.C. Svabosgøta 14) 3. Føroyamálsdeildin (V.U. Hammershaimbsgøta 16 og 18) 4. Reinshús (Handan á 5) 5. Náttúruvísindadeildin (Nóatún 3) 6. Námsvísindadeildin, Læraraskúlin (Frælsið 20) Arbeiðið fevnir um dagliga reingerð. Øll reingerðin verður bjóðað út undir einum, tó skal verða tilskilað, hvussu nógv hvørt einstakt vaskistað kostar. Útbjóðingartilfar fæst við at senda teldupost til Setursskrivstovuna á Fróðskaparsetri Føroya (setur@setur.fo). Ein treyt er, at verandi reingerðarfólk sleppa at halda áfram sum reingerðarfólk á Fróðskaparsetrinum, um tey ynskja tað. Arbeiðstakari skal vera limur í arbeiðsgevarafelagnum, og starvsfólk skulu lønast samsvarandi sáttmálum, sum eru galdandi innan hesa arbeiðsgrein. Veitari skal kunna skjalprógva, at amboð og tilfar annars eru brúkaravinarlig og lúka øll krøv viðvíkjandi góðsku, trygd og heilsu. Íroknað í tilboðnum skal vera alt reingerðartilfar, so sum klútar, sápur og amboð annars, sum verður nytt innan reingerð. Tilboðið skal latast Fróðskaparsetrinum í afturlatnum brævbjálva í seinasta lagi 19. januar, merkt “Tilboð á reingerð”. Fróðskaparsetur Føroya tilskilar sær rætt at velja millum innkomnu tilboðini ella ikki at taka av nøkrum av tilboðunum Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J.C. Svabos gøta 14 FO-100 Tórshavn

Slag

Bólkur Tænasta
Veitingarstaður Tórshavn
Veitingardagur 01-03-2018
Vekting

80% prísur 20% tænasta

Støða Í viðgerð
Kunngjørt 04-01-2018
Spurnarfreist 19-01-2018 15:00
Innlatingarfreist 26-01-2018 15:00
Útboð latast upp 29-01-2018 15:00
Vinnari kunngerðast 09-02-2018
Útbjóðari Fróðskaparsetur Føroya
Bústaður

J.C. Svabos gøta 14 FO 100 Tórshavn

Kontaktpersónur Johan Hansen
Telefon 292504
Teldupostur johanh@setur.fo
Rættingar og viðmerkingar

Viðheft skjøl
Stovnað av huginskaalum@landsnet.fo - 1/4/2018 4:16:39 PM
Seinast broytt av huginskaalum@landsnet.fo - 1/4/2018 4:16:39 PM

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269