Útboð

Heiti Rakstur av starvsfólkamatstovuni í Tinganesi
Nr. 10085
Útboðsformur Útboð
Stutt lýsing Starvsfólkamatstovan hevur vanliga umleið 25-30 vitjandi um dagin, og er opin millum kl. 11:45 og 13:00
Lýsing

Tilboðið eigur at fevna um mánaðarliga kostnaðin at reka matstovuna, har hædd verður tikin fyri, at brúkarar rinda 30 krónur fyri hvørja máltíð (íroknað MVG), ið verður flutt veitaranum. Í miðal eru umleið 25 kundar um dagin, men talið er tengt av virkseminum í Tinganesi. Tí kann kundatalið vera væl lægri og nógv hægri. Potentielli kundaskarin er umleið 60-70 fólk. Veitarin eigur at tryggja, at matur er tøkur hjá starvsfólkum vanligar arbeiðsdagar. Matstovan er stongd millum jól og nýggjár og 4 vikur í juli/august. Tá tosað verður um veitingartrygd, verður m.a. hugsað um at hava skipan í.s.v. sjúkraavloysara o.t. Ynskiligt er, at veitarin eisini kann veita mat til serlig høvi, t.d. fundir, skeið o.t.

Slag

Bólkur Vøra/Tænasta
Veitingarstaður Tórshavn
Veitingardagur 01-08-2017
Vekting

50% Tilboð/prísur 20% Góðska 20% Veitingartrygd 10% veiting í.s.v. serlig tiltøk

Støða Í viðgerð
Kunngjørt 09-06-2017
Spurnarfreist 03-07-2017 12:00
Innlatingarfreist 05-07-2017 12:00
Útboð latast upp 06-07-2017 09:00
Vinnari kunngerðast 01-08-2017
Útbjóðari Løgmansskrivstovan
Bústaður

Tinganes

Kontaktpersónur Leivur Langgaard
Telefon 306000
Teldupostur leivurl@tinganes.fo
Rættingar og viðmerkingar

Útboðstilfar fæst við at venda sær til Leiv Langgaard. Vinaliga gev gætur, at %-býtið í mun til vekt av avgerðargrundarlagnum er broytt í mun til útboðstilfarið. Í tilfarinum stendur 40-25-25-10. Rætta býtið er 50-20-20-10. Freistin er sett til 5. juli klokkan 12:00

Viðheft skjøl
Stovnað av leivurl@tinganes.fo - 6/20/2017 11:11:06 AM
Seinast broytt av Maja@gjaldstovan.fo - 6/20/2017 4:02:43 PM

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269