Útboð

Heiti Heildarráðgeving - Høvuðsumvæling av Eirargarði 14 og 16 í Tórshavn
Nr. 481
Útboðsformur Útboð
Stutt lýsing Vegna Almannamálaráðið bjóðar Landsverk við hesum heildarráðgeving út alment, í sambandi við høvuðsumvæling av Eirargarði 14 og 16 í Tórshavn.
Lýsing

Heildarráðgeving – Høvuðsumvæling av Eirargarði 14 og 16 verður bjóðað út sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 52. frá 6. mai 2016. GG: Bólkurin er løgu- og byggiverkætlan Eirargarður 14 og 16 eru tveir samanbygdir bygningar, sum liggja á matr. nr. 1000a, Tórshavn. Bygningarnir eru heim og umlætting fyri fólki við menningartarni, fjølbreki og rørslutarni. Bygningarnir vóru bygdir í 1970-unum og tiknir í brúk 1. apríl 1980. Teknologisk Institut gjørdi í Mars 2016 soppakanningar av Eirargarði 14 og 16. Niðurstøðan var, at bygningarnir vóru í góðum standi, men at soppur finst ymsastaðni, serliga í takrúminum. Báðir bygningarnir eru merktir vanligum sliti, gomlum innleggingum og skipanum. Høvuðsumvælingin fevnir í høvuðsheitum um at dagføra bygningarnar til nútíðar krøv og betra um umstøðurnar hjá borgarum og starvsfólkum. Arbeiðið fevnir fyri ein part um uttandura arbeiðið, har talan er millum annað um at skifta einstøk vindeygu og úthurðar, bjálva kjallara-útvegg og skifta feltir undir vindeygum. Størsti parturin av umvælingini er innandura arbeiðir, sum fevna millum annað um dagføring av innrættingum, útskifting av gólvi og lofti, málaraarbeiði, dagføring og/ella skiftan av innleggingum. Útbjóðingartilfar og atgongd fæst við at fara inn á heimasíðuna hjá Landsverk og trýsta á givnu leinkjuna til ítøkiligu verkætlanina. Leinkja: http://www.landsverk.fo/default.aspx?pageid=18377§ionid=394

Slag

Bólkur Vøra/Tænasta
Veitingarstaður Føroyar
Veitingardagur 01-05-2017
Vekting

Besta lutfall millum góðsku og prís, boðið verður út sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 52. frá 6. mai 2016.

Støða Avgreitt
Kunngjørt 24-01-2017
Spurnarfreist 02-02-2017 00:00
Innlatingarfreist 10-02-2017 00:00
Útboð latast upp 10-02-2017 00:00
Vinnari kunngerðast 11-02-2017
Útbjóðari Landsverk
Bústaður

"Tinghúsvegur 5 FO-110 Tórshavn"

Kontaktpersónur Kirstin Hansen
Telefon 290873
Teldupostur olha@lv.fo
Rættingar og viðmerkingar

Útboðsvinnari Sp/f Kontrast
Tilboðsprísur 21476
Tilboðsveitarar

ARK99 BRIM SNA Sp/f Kontrast

Viðheft skjøl
Stovnað av olha@lv.fo - 1/1/0001 12:00:00 AM
Seinast broytt av bogimagnussen@landsnet.fo - 4/25/2018 12:58:34 PM

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269