Útboð

Heiti Glasir útboð - Teldur og skíggjar
Nr. 10185
Útboðsformur Útboð
Stutt lýsing Glasir ynskir at fáa inn tilboð um teldur og skíggjar, sum skulu nýtast í nýggja bygninginum í Marknagili.
Lýsing

Innleiðing Glasir ynskir at fáa inn tilboð um teldur og skíggjar, sum skulu nýtast í nýggja bygninginum í Marknagili. Glasir tilskilar sær rættin til ikki at taka av innkomnum tilboðum. Møguleiki skal eisini vera fyri einans at velja part ella partar av útgerðini í tilboðunum frá støku veitarunum. Útgerðin, tilboðini skulu fevna um, er hendan: Útgerð • 77x mini-teldur • 77x DP til HDMI adapter • 60x 27” 4k skermar • 22x 13,3” farteldu • 14x 15,6” farteldu Vit leggja stóran dent á, at farteldurnar eru lítlar, lættar, skjótar og haldgóðar. Tískil er tað ein fyrimunur, um smærru teldurnar lúka krøvini til Ultrabook, og at tær størru (15,6”) lúka flestu krøvum til Ultrabook. Minstu krøv til útgerð • Mini-teldunar skulu sum minsta krav hava 2x DP (Um til ber at leverað 1x DP og 1x HDMI 2.0, ið stuðlar 60Hz, er ikki neyðugt við DP-> adaptara), 8 GB RAM, 256 GB SSD HDD, i5 gen8. og í mesta lagi eru 20 x 20 x 6,5 cm til støddar. 3-ára garanti. • Farteldunar skulu sum minsta krav hava Full HD, 8 GB RAM, 256 GB SSD, i5 og 3 ára garanti. Tað telur upp, at teldurnar lúka krøv til Ultrabook. • Skíggjarnir skulu vera 27”, 4k upploysn, 60Hz og vera “frameless”. Tað telur upp, at skíggjarnir fylla sum minst. Vekting Í metingini av tilboðunum, verða vektingin gjørd soleiðis: Keypsprísur 70% Støddarmát 20% Eyka funktiónir 10% Eyka funktiónir eru tað, útgerðin hevur útyvir minstu krøvini. Tað kann verða metall/kolfibur kabinet, HDMI 2.0, meira RAM, CPU o.s.fr. Veitarin hevur møguleika at koma við alternativum uppskotum, um hetta kann metast at stuðla undir undirvísing. Sum dømi kunnu nevnast farteldur, sum eru “2 in 1” ella pennur (stylus) at rættað uppgávur við. Vit taka fegin ímóti fleiri ymiskum tilboðum frá veitarum. Ynskiligt er, at veitarin í stuttum teksti grundgevur fyri, hví fleiri valmøguleikar ella uppskot til loysnir eru í tilboðunum. Avhending Útgerðin skal latast Glasi í seinasta lagi tann 1. august 2018 í Marknagili. Tilboð Tilboð skulu sendast til ahh@glasir.fo og prísir skulu vera við frakt, toll og lating. Freistin at lata inn tilboð er 22. juni 2018 kl. 12.00 GMT. Kunngjørt verður 25. Juni, hvørjum tilboðum, Glasir velur at taka av. Vinarliga / Kind regards ÁKI HEINESEN HØJSTED KT LEIÐARI / IT DIRECTOR Tel. (+298) 616600 / Dir. (+298) 237177 www.glasir.fo

Slag

Bólkur Vøra
Veitingarstaður Føroyar
Veitingardagur 01-08-2018
Vekting

Keypsprísur 70% Støddarmát 20% Eyka funktiónir 10%

Støða Avgreitt
Kunngjørt 11-06-2018
Spurnarfreist 21-06-2018 12:00
Innlatingarfreist 22-06-2018 12:00
Útboð latast upp 22-06-2018 12:00
Vinnari kunngerðast 25-06-2018
Útbjóðari Glasir
Bústaður

Janusargøta 2 100 Tórshavn

Kontaktpersónur Áki Heinesen Højsted
Telefon 237177
Teldupostur ahh@glasir.fo
Rættingar og viðmerkingar

* OS skal vera Windows 10 (Home ella Pro) * Knappaborð og mús skulu vera við

Útboðsvinnari Nema
Tilboðsprísur 610271
Tilboðsveitarar

Formula, Framskák, KT-Húsið, Meltic, Nema, Nethandilin, Power & TelduTænastan

Viðheft skjøl
Stovnað av akihojsted@landsnet.fo - 6/11/2018 1:43:07 PM
Seinast broytt av akihojsted@landsnet.fo - 6/25/2018 2:20:59 PM

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269