Útboð

Heiti 15 Ultrabook til FMA
Nr. 385
Útboðsformur Útboð
Stutt lýsing 15 Farteldur til Sjóvinnustýrið
Lýsing

Sjóvinnustýrið skal skifta 15 teldur og dokking støðir, og vilja tí biða um tilboð uppá 15 stk. av farteldum og tilhoyrandi dokking støð. Tey hava frammanundan nakrar Toshiba Portègè Z30-A-19L, og ynskja tey, at tær nýggju teldurnar skulu vera sama modell, men við nýggjastu hardware í. Minstu krøv til Hardware: • Prosessor: 5.generatión av Intel I5 • RAM: 8GB • Harddiskur: 256GB SSD • TPM (Trusted Platform Module ) • Gigabit netkort v/ innbygdum RJ45 stikki • 802.11 a/b/g/n tráðleyst netkort • Bluetooth • Innbygd webcam, hátalarar og mikrofon • Stuðla dokkingstøð (ikki USB el. Bluetooth samband) • Stuðla 2 eksternum skermum tá teldan er dokkað • Streymveiting til teldu og dokkingstøð = 2 stk. • Windows 8.1 Pro OEM stýriskipan • 3 ára garanti • Skal vera Energy Star 5.0 góðkend • Skal lúka umhvørvisgóðkenningar so sum Svanamerki ella EPEAT Gold • Veitarin skal vera góðkendur av framleiðaranum, antin sjálvur ella ígjøgnum triðjapart, til at gera umvælingar av telduútbúnaðinum í Føroyum. Annars lúka vanlig krøv, sum Landsnet setir til útbúnaðin, tá ið telduútboð eru. Sjá fyrr hildin útboð hjá KT Landsins... Tilboðini verða viðgjørd og sammett av keypara. Niðurstøðan um, hvat av tilboðunum – um nakað – tikið verður av, verður grundað á eina heildarmeting við denti á tey viðurskifti, sum eru nevnd í hesum skrivi. Tilboðið skal stílast til: KT Landsins T-postur: ktskivan@gjaldstovan.fo Øll, sum hava latið tilboð inn, fáa svar um niðurstøðuna. Keypari metir seg kunna geva svar, um tikið verður av tilboðnum ella ikki, umleið 1 viku, eftir at tilboðsfreistin er farin. Umboð frá veitara eru vælkomin at seta fram spurningar um veitingarætlanina og tilboðsgrundarlagið í síni heild, um ávís viðurskifti ynskjast greinað nærri. Slíkir spurningar skulu so vítt møguligt verða settir fram og annars viðgjørdir skrivliga við tí fyri eyga lættari at kunna skjalprógva samskiftið. Spurningar av slíkum slag skulu stílast til: Høgni Rúnason Øster hogni.runason.oster@gjaldstovan.fo Tlf: 352492 Fartlf.: 792492 Við hesum verður takkað fyri áhugan og verður sæð fram til at hoyra aftur frá tykkum. Vinaliga heilsan Gjaldstovan KT Landsins

Slag

Bólkur Vøra
Veitingarstaður Føroyar
Veitingardagur 27-10-2015
Vekting

Kostnaður vigar mest, um útbúnaðurin er líkur.

Støða Avgreitt
Kunngjørt 09-09-2015
Spurnarfreist 17-09-2015 00:00
Innlatingarfreist 22-09-2015 00:00
Útboð latast upp 22-09-2015 00:00
Vinnari kunngerðast 28-09-2015
Útbjóðari Sjóvinnustýrið
Bústaður

Sigmundargøta 13 100 Tórshavn

Kontaktpersónur Høgni Rúnason Øster Høgni Rúnason Øster
Telefon 352492
Teldupostur hogni.runason.oster@gjaldstovan.fo
Rættingar og viðmerkingar

Útboðsvinnari KT Húsið
Tilboðsprísur 112350
Tilboðsveitarar

TelduTænastan Formula KT Húsið

Viðheft skjøl
Stovnað av fmr - 1/1/0001 12:00:00 AM
Seinast broytt av - 1/1/0001 12:00:00 AM

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269