Undantøk

Endamálið við “Rundskriv nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum” er at fáa meira fyri pening skattgjaldarans við at skipa landsins keyp av vørum og tænastum, og samstundis stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum. Meginreglan er, at øll keyp av vørum og tænastum eru fevnd av ásetingunum, men keyp upp til 50 tús. kr. eru undantikin, um ikki rammusáttmálar eru galdandi.

Punkt 7 í rundskrivinum gevur møguleika fyri at geva undantøk frá ásetingunum. Skal undantak veitast, so verður hugt eftir, hvussu rímiligt tað er í mun til endamálsorðing og meginreglu.

 

Galdandi reglur

7.1. Sum meginregla eru øll keyp av vørum og tænastum fevnd av ásetingunum, men keyp upp til 50 tús. kr. eru undantikin, um ikki rammusáttmálar sambært nr. 8.1.2. eru galdandi. 

7.2. Niðanfyri eru undantøk til meginregluna lýst:  

7.2.1. Rundskrivið er ikki galdandi fyri serviðgerð uttanlands hjá Sjúkrahúsverkinum ella fyri keyp av vørum og tænastum til víðarisølu hjá Apoteksverkinum og Rúsdrekkasølu landsins. 

7.2.2. Rundskrivið er ikki galdandi fyri keyp frá lógarásettum monopolveitarum, t.d. elveiting frá SEV, ávístan heilivág frá Apoteksverkinum, rúsdrekka frá Rúsdrekkasølu landsins, og ferðaseðlar við Strandfaraskipum landsins. 

7.2.3. Rundskrivið er ikki galdandi fyri viðlíkahald, hjálparveiting, eftirlit og keyp av eykalutum, har upprunaliga vøran ella tænastan er bundin at ávísum veitara. 

7.2.4. Um menning av KT-skipan, sum er bundin at ávísum veitara, upprunaliga varð boðin út, er rundskrivið ikki galdandi fyri víðarimenning og dagføringar av KT-skipanini, somuleiðis afturvendandi viðlíkahald og hjálparveiting til KT-skipanina. (Sambært pkt. 8.1.3 í rundskrivinum skal Gjaldstovan hoyrast í sambandi við ætlað keyp, ný- ella víðarimenning av KT-skipanum).

7.2.5. Keyp av vørum og tænastum verða ikki boðin út, um mett verður, at kostnaðurin av útbjóðing verður ov stórur í mun til væntaða sparing. Slíkar metingar við grundgevingum skulu sendast sum fyrispurningur um undantak umvegis Keypsportalin, men verða ikki almannakunngjørdar. 

7.2.6. Verður mett neyðugt við undantaki, sum ikki er fevnt av ásetingunum omanfyri, ber til at senda fyrispurning um undantak umvegis Keypsportalin. Veitt undantøk verða almannakunngjørd á Keypsportalinum.

Fyrispurningar skulu sendast til keypsportalin á keypsportal@gjaldstovan.fo. Skjal at fylla út í samband við undantak er tøkt her.

 

Skrásett undantøk
Dagfesting Stovnur Evni
06-04-2020 Fjarskiftiseftirlitið Brúk av sama sakførara í Landsrættinum
06-04-2020 Umhvørvisstovan Føroyskt sum mál
07-04-2020 Gjaldstovan - Talgildu Føroyar Longd av sáttmálanum til rakstur av samleikanum
14-05-2020 Landssjúkrahúsið Keyp av ávísum merkið til netútgerð
29-06-2020 Landssjúkrahúsið Longd av sáttmálanum til serkoyring av sjúklingum
30-09-2020 Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu Keyp av kanningum uttanlands
22-02-2021 Løgmansskrivstovan Útboð av hølum og mati í samband við drotningavitjan
23-03-2021 Umhvørvisstovan Útboð av fuglateljing
23-04-2021 Umhvørvisstovan Útboð av ráðgeving til lýsing av føroysku elskipanini
21-09-2021 Landssjúkrahúsið Útboð av telduarmum
21-09-2021 Umhvørvisstovan Føroyskt sum mál
18-10-2021 Akstovan Útboð til prent av koyrikortum
14-12-2021 Undirvísingarstýrið Útboð av strategiráðgeving
17-12-2021 Landssjúkrahúsið Keyp av coronalonum
06-01-2022 Landssjúkrahúsið Útboð av forskningstræningskurser
02-03-2022 Fíggjarmálaráðið Serlig telda til landsstýrisfólk
19-04-2022 Landssjúkrahúsið Samstarv við Region Hovedstaden
22-04-2022 Landssjúkrahúsið Uppstigan av intranetið
14-07-2022 Landssjúkrahúsið Keyp av rack til H-bygningin
24-08-2022 Landssjúkrahúsið Keyp av UPS til datacenter B í bygninginum B22, hædd 0
07-09-2022 Apoteksverkið Undantak til keyp av teldu, sum er minst 15,6" og hevur touchskíggja 
08-09-2022 Landssjúkrahúsið Longd av sáttmála fyri koyring av dialysusjúklingum fyri Landssjúkrahúsið
26-09-2022 Landssjúkrahúsið Fylgjari til dialysusjúkling fyri Suðuroyar Sjúkrahús
10-10-2022 Gjaldstovan Umbøn um undantak til 2-veitara avtalu í samband við rakstur av Landsnet 
18-10-2022 Landssjúkrahúsið Umbøn frá Landssjúkrahúsinum um undantak at taka samráðingar upp um sjúkraflutning 
19-10-2022 Landssjúkrahúsið Umbøn um undantak til keyp av sjúkrabili
27-10-2022 Landssjúkrahúsið Umbøn frá Lanssjúkrahúsinum um undantak at gera longri sáttmála í samband við keyp av uniformum 
29-11-2022 Landssjúkrahúsið Umbøn um undantak til keyp av minibussi
02-12-2022 Landssjúkrahúsið Umbøn um undantak til keyp av gammakamera
13-12-2022 Landssjúkrahúsið Umbøn um undantak til keyp av tólið til Rannsóknarstovuna
20-12-2022 Tjóðsavnið Umbøn um teldu, sum ikki er fevnd av rammusáttmálanum um telduútgerð
16-02-2023 Landssjúkrahúsið Umbøn um at brúka danskt mál í útbjóðingartilfari ísv. keyp av medisinsum luftevnum
12-04-2023 Umhvørvisstovan Umbøn um at nýta ávísan veitara í samband við verkstovu
13-04-2023 Landssjúkrahúsið Umbøn um undantak í samband við trivnaðarkanning
18-04-2023 Landssjúkrahúsið Umbøn um undantak fyri longri sáttmála enn trý ár í samband við útboð av medisinskum luftevnum
17-08-2023 Landssjúkrahúsið Undantak til LS um at sleppa undan at bjóða ráðgevingartænastu út í samband við THS skipan
05-09-2023 Undirvísingarstýrið Umbøn um at leingja sáttmálaskeiðið fyri KT tænastum
24-10-2023 Arbeiðs- og brunaeftirlitið Umbøn um undantak til keyp av teldu, ið livur upp til MIL-STD 810H standardin
17-11-2023 Landssjúkrahúsið Umbøn um undantak til at skriva útboðstilfarið á donskum, og at gera 5 ára sáttmála ísv tilfar til vaskarí
15-01-2024 Strandfaraskip Landsins Undantak frá at bjóða billeteringsskipan út
 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269