Undantøk
Rundskrivið er ikki galdandi fyri:
- Serviðgerð uttanlands ella fyri keyp av vørum og tænastum til víðarisølu hjá Apoteksverkinum og Rúsdrekkasølu landsins.
- KT-veitingar, har virðið á sáttmálanum er undir 500.000 kr. u/mvg. Fyri keyp av vanligum KT-útbúnaði er markið tó 50.000 kr. u/mvg.
- Medicoteknisk tól, har virðið á sáttmálanum er undir 200.000 kr. u/mvg.
- Viðlíkahald, eftirlit og keyp av eykalutum, har upprunaliga vøran ella tænastan er bundin at ávísum veitara.
- Keyp frá lógarásettum monopolveitarum, t.d. elveiting frá SEV og rúsdrekka frá Rúsdrekkasølu landsins.
Harumframt eru hesi undantøk:
- Ásetingin um, at málið skal vera føroyskt er ikki galdandi fyri vørur og tænastur, har eingin veitari er í Føroyum. Í slíkum førum eigur ein føroysk útgáva av útbjóðingini eisini at verða lýst á keypsportalinum, soleiðis at møguligir føroyskir veitarar kunnu bjóða seg fram. Føroyska útgávan kann vera ein samandráttur av útbjóðngartilfarinum.
- Keyp av vørum og tænastum verða ikki boðin út, um mett verður, at kostnaðurin av útbjóðing verður ov stórur í mun til væntaða sparing. Slíkar metingar við grundgevingum skulu fráboðast til Keypsportalin, men verða ikki almannakunngjørdar.
Verður mett neyðugt við undantaki, sum ikki er fevnt av ásetingunum omanfyri, ber til at senda fyrispurning til keypsportalin á keypsportal@gjaldstovan.fo
Veitt undantøk verða upplýst á keypsportalinum.