Rættargrundarlag

Kravið um almenna útbjóðing er álagt í rundskrivið frá Fíggjarmálaráðnum um keyp av vørum og tænastum. Rundskrivið er frá 1. juli 2019 galdandi fyri vøru- og tænastukeyp hjá stjórnarráðum og stovnum undir landinum.

Rundskrivið er við ávísum undantøkum galdandi fyri alt keyp omanfyri 50.000 kr. u/mvg av vørum og tænastum, sum kemur undir játtanarslagið rakstrarjáttan í løgtingslóg um landsins játtanarskipan. Kravið um almenna útbjóðing, sum skal lýsast á keypsportalinum, er bert galdandi fyri keyp omanfyri 500.000 kr. u/mvg. Keyp millum 50.000 og 500.000 kr. u/mvg kann avgreiðast við einum tilboðsfyrispurningi, ið ikki verður kunngjørdur á keypsportalinum.

Rundskrivið er ikki galdandi fyri løgu- og byggiverkætlanir. Fyri byggiverkætlanir er licitatiónslógin galdandi (Løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m.)


Alt rundskrivið kann lesast ella takast niður her: Rundskriv um keyp av vørum og tænastum 2019.

 

Trú og Heiður

Skuldarar hjá tí almenna hava avmarkaðan møguleika at taka lut í útbjóðingum hjá tí almenna. Almennir myndugleikar, ið bjóða út keyp av vørum ella tænastum, skulu í útbjóðingartilfarinum krevja, at øll, ið bjóða, samstundis sum boðið verður latið inn, vátta við trú og heiður, í hvønn mun viðkomandi hevur falna almenna skuld.

Sí Løgtingslóg nr. 95 frá 20. juni 1995 um at avmarka møguleikar hjá skuldarum at taka lut í útbjóðingum hjá tí almenna.

 

Ábyrgd og upphavsrættur

Keypsportalurin veitir upplýsingar um almennar útbjóðingar av vørum og tænastum, ið verða bodnar út av almennum stovnum og stjórnarráðum.

Keypsportalurin hevur ikki ábyrgd av, um upplýsingar, ið verða latnar portalinum, eru rættar. Tað eru ráð og stovnar sjálvi, ið veitaupplýsingarnar til keypsportalin og hava ábyrgd av, at hesar eru rættar.

Keypsportalurin átekur sær onga ábyrgd av trupulleikum, sum útbjóðarar og brúkarar av portalinum møguliga fáa, í sambandi við at tey brúka portalin.

Keypsportalurin hevur upphavsrætt til allar fráboðanir og útbjóðingar, ið liggja á portalinum. Tað er loyvt øðrum at endurgeva fráboðanir og útbjóðingar, um keldan verður upplýst.

Keypsportalurin tekur onga ábyrgd av, hvussu upplýsingar frá portalinum verða endurgivnir.

 

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269