Bakgrund og endamál

Bakgrund

Nakrir stovnar undir landinum hava í fleiri ár bjóða keyp av vørum og tænastum út á privata marknaðinum. Royndirnar frá hesum útbjóðingum hava tó ikki verið savnaðar og gagnnýttar til at menna keypsførleikarnar sum heild. Sóknast hevur tí leingi verið eftir, at tað almenna fær eina meira skipaða tilgongd til keyp av vørum og tænastum, m.a. við at útbjóðingar av størri keypum verða lýstar á einum keypsportali.
 
Tilgongdin, at skipa landsins keyp av vørum og tænastum á einum keypsportali, hevur verið drúgv. Grundleggjandi arbeiðið byrjaði við, at ein arbeiðsbólkur, undir leiðslu av Vinnumálaráðnum, var settur at orðað ein innkeyps- og útboðspolitikk, sum var útgivin í mars mánaða 2012. Í arbeiðsbólkinum luttóku umframt umboð fyri ráð og stovnar eisini umboð fyri kommunurnar og vinnuna.
 
Við støði í innkeyps- og útboðspolitikkinum hevur Fíggjarmálaráðið síðani orðað eitt rundskriv við gildi frá 1. oktober 2013. Rundskrivið er við ávísum undantøkum galdandi fyri keyp av vørum og tænastum hjá stjórnarráðum og stovnum undir landinum. Keypsportalurin, ið verður umsitin av Føroya Gjaldstovu, er ein partur av hesum rundskrivi.
 

Endamál

Endamálið við at útbjóða landsins keyp av vørum og tænastum er at fáa meira burturúr peningi skattgjaldarans og at stimbra kappingina á privata vøru- og tænastumarknaðinum. Endamálið er eisini, at mannagongdir í sambandi við alment keyp verða meira gjøgnumskygdar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269