Keypsportalurin hevur ikki ábyrgd av, um upplýsingar, ið verða latnar portalinum, eru rættar. Tað eru ráð og stovnar sjálvi, ið veitaupplýsingarnar til keypsportalin og hava ábyrgd av, at hesar eru rættar.
Keypsportalurin roynir so væl, sum tað er gjørligt, at avmarka tøkniligt órógv á portalinum. Tað kann kortini ikki útihýsast, at tøkniligir feilir kunnu koma fyri.
Keypsportalurin átekur sær onga ábyrgd av trupulleikum, sum útbjóðarar og brúkarar av portalinum møguliga fáa, í sambandi við at tey brúka portalin.
Keypsportalurin hevur upphavsrætt til allar fráboðanir og útbjóðingar, ið liggja á portalinum. Tað er loyvt øðrum at endurgeva fráboðanir og útbjóðingar, um keldan verður upplýst.
Keypsportalurin tekur onga ábyrgd av, hvussu upplýsingar frá portalinum verða endurgivnir.