Nýggjur keypsportalur tikin í nýtslu

2013-10-01

Í dag varð nýggi Keypsportalurin, har stjórnarráð og stovnar hjá landinum fara at lýsa við almennum útboðum, tikin í nýtslu.

​Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri hevur kunngjørt rundskriv um keyp av vørum og tænastum hjá tí almenna.  Rundskrivið er komið í gildi í dag 1. oktober.  Frá í dag skulu vørur og tænastur, ið hitt almenna keypir og sum eru omanfyri eina ásetta upphædd, bjóðast út á nýggjum keypsportali.

Keypsportalurin er fyrst og fremst eitt alment kunngerðarstað, har ið almennir stovnar kunnu lýsa við útboðum, og veitarar kunnu halda seg dagførdar um nýggj útboð.

- Fyritøkur og borgarar skulu hava álit á, at almenn keyp eru rættvís og gjøgnumskygd. Somuleiðis skal sum mest fáast fyri hvørja skattakrónu. Keypsportalurin, sum eisini er eitt av málunum í samgonguskjalinum, skal virka við til at røkka hesum málum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Keypsportalurin, sum er mentur við støði í rundskrivinum, varð tikin í nýtslu í dag á almennari samkomu á Gjaldstovuni.

Rundskrivið snýr seg um keyp av vørum og tænastum hjá almennum stovnum og er, við ávísum undantøkum, galdandi fyri øll keyp omanfyri 50.000 kr. uttan mvg. Skilt verður tó millum keyp frá 50.000 kr. upp til 800.000 kr. og síðani keyp oman fyri 800.000 kr. uttan mvg.

Tvey sløg av útbjóðingum eru ásett í rundskrivinum.

Annar hátturin er at seta ein tilboðsfyrispurning. Hann kann nýtast fyri keyp upp til 800.000 kr. u/mvg og krevur, at tilboð skulu biðjast frá í minsta lagi tveimum veitarum. Einki krav er tó um, at ein tilboðsfyri¬spurningur skal lýsast alment, og nýggi keypsportalurin er í fyrstu syftu ikki ætlaður hesum útbjóðingarhátti.

Hin hátturin er alment útboð, sum verður brúkt fyri keyp ið eru omanfyri 800.000 kr. u/mvg, men kann eisini verða nýtt fyri keyp niðanfyri hesa upphædd. Í rundskrivinum verður kravt, at almenn útboð skulu lýsast á Keypsportalinum, so allir veitarar kunnu bjóða upp á vøruna ella tænastuna.

Jørgen Niclasen væntar, at almennir stovnar í størri mun enn higartil fara at útbjóða keyp av vørum og tænastum, og at tað fer at skapa eina virknari kapping og harvið betra fortreytirnar fyri einum effektivum og kappingarførum marknaði.
 
Gjaldstovan hevur ment Keypsportalurin. Heimasíðan er partur av heimasíðuumhvørvinum hjá Gjaldstovuni, men er eisini at finna á www.keypsportal.fo

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269