Tann 1. oktober varð rundskriv um keyp av vørum og tænastum sett í gildi, og keypsportalurin tikin í nýtslu. Rundskrivið er galdandi fyri keyp av vørum og tænastum oman fyri 50 tús. kr. fyri virksemið á fíggjarlógini við rakstrarjáttan.
Í hesum sambandi verður skipað fyri kunning. Kunnað verður um søguligu gongdina. Ásetingarnar í rundskrivinum verða gjøgnumgingnar, eins og víst verður hvussu arbeitt verður við keypsportalinum. Víst verður eisini hvussu arbeitt verður við útboðum og tilboðsfyrispurningum. Gjøgnumgingið verður hvørji viðurskifti eigur at verða hugsað um í sambandi við útbjóðing. Høvi verður til spurningar.
Kunningin verður í Fíggjarmálaráðnum í døgunum 2. - 5. desember. Kunningin varar í 2 tímar, og verður fyrrapart kl. 9-11 og seinnapart kl 13.30-15.30 hvønn av døgunum. Pláss er fyri áleið 20 fólkum hvørja ferð. Stjórnarráð og stovnar verða biðin um at tilmelda seg í seinasta lagi hósdagin 28. november við tali og nøvnum á luttakarum, og koma við tveimum ynskjum/raðfestingum um hvør av ásettu kunningunum er best hóskandi. Tilmeldað verður við telduposti til
keypsportal@gjaldstovan.fo.