Keypsportalurin verið virkin í eitt ár

 
Til stovnsleiðarar landsins, sum varða av rakstrarjáttan
 
Nú Keypsportalurin hjá landinum hevur verið virkin í eitt ár, verða royndirnar eftirmettar. Í hesum sambandi verður víst á, at eftir árslok skal frágreiðing um virksemið og royndirnar á Keypsportalinum almannakunngerast.
 
Á Keypsportalinum eru skrásett 18 útboð og fráboðaðir 15 tilboðsfyrispurningar, og eru 2 útboð ávegis. Fíggjarmálaráðið fegnast um útbjóðingarnar higartil, men ásannar eisini, at virksemið kundi verið størri.
 
Fíggjarmálaráðið fer tískil at minna á, at sambært rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum skal keyp omanfyri 800 tús. kr. bjóðast út á Keypsportalinum, og keyp millum 50 og 800 tús. kr. bjóðast út við tilboðsfyrispurningi.
 
Fíggjarmálaráðið fer eisini at heita á stovnar, sum hava avgreitt keyp við tilboðsfyrispurningi, um at fráboða hetta til Keypsportalin.
 
At enda verður víst á, at eingin forðing er fyri at bjóða út keyp niðanfyri 800 tús. kr. á Keypsportalinum. Hetta eru tað longu fleiri dømi um.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269