Viðvíkjandi kæru frá Idé Møblum mótvegis Almannaverkinum
Løgmansskrivstovan hevur sent kæru frá Idé Møblum mótvegis Almannaverkinum um keyp av skrivstovuinnbúgvi til Fíggjarmálaráðið til endaliga avgreiðslu. Fíggjarmálaráðið hevur viðgjørt kæruna í samráð við toymið, sum er skipað sambært punkt 7 í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum, og niðurstøðan er soljóðandi:
Almannaverkið átti at havt tryggjað sær, at partarnir høvdu skilt hvønn annan, áðrenn avgerð varð tikin um tilboðini. Almannaverkið átti at havt tikið av tilboðnum frá Idé Møblum, tí tað kann ikki sigast, at stórvegis munur er á sniðinum, men prísmunurin var stórur. Almannaverkið kundi allarhelst havt tikið nýggja avgerð í málinum, tá ið Idé Møblar bað Almennaverkið um hetta, men nú er so langt fráliðið, at tað ber neyvan til at broyta avgerðina, uttan at hetta fær stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Almannaverkið. Vit kunnu tí ikki annað enn læra av mistøkunum, sum eru gjørd í hesum tilboðsfyrispurninginum, soleiðis at tey ikki henda aftur.