Dagført rundskriv um keyp av vørum og tænastum

Nýtt rundskriv um keyp av vørum og tænastum  kemur í gildi 1. oktober 2013. Rundskrivið avloysir annað rundskriv um keyp av vørum og tænastum, ið Fíggjarmálaráðið gav út 15. juli 2013.
 
Í mun til upprunaliga rundskrivið eru smærri tillagingar gjørdar í nýggja rundskrivinum, men høvuðsinnihaldið er framvegis tað sama.
 
Ásetingarnar, sum eru galdandi fyri stjórnarráð og almennar stovnar, merkja, at frá 1. oktober 2013 skulu vøru- og tænastukeyp fyri meir enn 50.000 kr. u/mvg bjóðast út.
 
Fyri upphæddir niðanfyri 800 tús. kr. u/mvg kunnu keyp bjóðast út við tilboðsfyrispurningi til í minsta lagi tveir veitarar. Fyri upphæddir omanfyri 800 tús. kr. u/mvg skulu keyp bjóðast alment út á keypsportalinum.
 
Nýggja rundskrivið kann takast niður her: Rundskriv um keyp av vørum og tænastum

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269