Ársfrágreiðing 2015 um keyp av vørum og tænastum

Sambært punkt 11 í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum hjá landinum, hevur Fíggjarmálaráðið gjørt ársfrágreiðing um keypsvirksemið hjá landinum. Ársfrágreiðingin er nú almannakunngjørd á Keypsportalinum.

Rundskrivið kom í gildi 1. oktober 2013, seinast dagført 1. august 2016, og hetta er onnur ársfrágreiðingin, sum fevnir um árið 2015 umframt fyrsta ársfjórðingin í 2016.
Í frágreiðingini er yvirlit yvir allar útbjóðingar, ið eru bodnar út umvegis Keypsportalin í nevnda tíðarskeiði, umframt teir tilboðsfyrispurningar, sum Keypsportalurin hevur skrásett. Frágreiðingin viðgerð royndirnar higartil við rundskrivinum og almenna innkeypspolitikkinum yvirhøvur. Komið verður við tilmælum um tillagingar í rundskrivi og keypsportali.

Les ársfrágreiðingina her: Ársfrágreiðing 2015 um keyp av vørum og tænastum

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269