Sambært punkt 11 í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum hjá landinum, hevur Fíggjarmálaráðið gjørt ársfrágreiðing um keypsvirksemið hjá landinum. Ársfrágreiðingin er nú almannakunngjørd á Keypsportalinum.
Rundskrivið kom í gildi 1. oktober 2013, og hetta er fyrsta ársfrágreið-ingin, sum fevnir um árið 2014 umframt síðsta ársfjórðingin í 2013.
Í frágreiðingini er yvirlit yvir allar útbjóðingar, ið eru bodnar út umvegis Keypsportalin í nevnda tíðarskeiði, umframt teir tilboðsfyrispurningar, sum Keypsportalurin hevur skrásett. Frágreiðingin viðgerð royndirnar higartil við rundskrivinum og almenna inn-keypspolitikkinum yvirhøvur. Komið verður við tilmælum um tillagingar og broytingar í rundskrivinum, nú rundskrivið hevur verið galdandi í meira enn eitt ár.
Les ársfrágreiðingina her:
Ársfrágreiðing 2014 um keyp av vørum og tænastum