Keyp Landsins, Gjaldstovan hevur gjørt rammusáttmála við KT Húsið um keyp av telduútgerð. Sáttmálin sæst her.
Allir stovnar undir landinum eru bundnir at sáttmálanum sambært rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum.
Vøruúrvalið er mest vanliga telduútgerðin til eitt skrivstovustarv, umframt teldur til serligt brúk.
Vøra |
Lýsing |
Hóskar til |
Fartelda |
HP Probbok, 14" |
Alt vanligt arbeiði |
Fartelda |
HP Probbok, 15" við numeriskum tastaturi |
Alt vanligt arbeiði |
Fartelda |
HP Zbook, 15,6" |
Arbeiði, ið krevur nógva telduorku, t.d. grafikk, film og simuleringar. |
Fartelda |
HP Elitebook, 14". Sindur størri styrki og lættari enn ProBook |
Alt vanligt arbeiði |
Fartelda |
HP Elite x2, 13" touchscreen og sera løtt |
Nógv fundarvirksemi og ferðing |
Stationer telda |
HP Prodesk |
Alt vanligt arbeiði |
Stationer telda |
HP Z2 |
Arbeiði ið krevur nógva telduorku, t.d. grafikkur, filmar og simuleringar. |
Stationer telda |
HP ProOne, skermur og telda í einum |
Alt vanligt arbeiði |
Harafturat eru
Fleiri upplýsingar eru at síggja á innkeypssíðuni, og eftir tørvi verður økt um úrvalið.
Mannagongd
KT Húsið hevur eina innkeypssíðu, har alt innkeyp fer fram https://handil.kthusid.fo/campaigns/g14
Fyri at bíleggja vørur, er neyðugt at hava eitt brúkaranavn og loyniorð. Hetta fæst við at venda sær til KT Húsið.
Vørur verða bílagdar á innkeypssíðuni, og í Tórshavnar økinum verður vøran koyrd út uttan meirkostnað. Er veitingarstaðurin aðrastaðni í landinum, verður vøran koyrd út við Posta ella eftir nærri avtalu.
Er stovnurin partur av Landsneti, og talan er um keyp av teldu, verður teldan bíløgd á innkeypssíðuni og koyrd á Gjaldstovuna til uppseting. Tú fær boð, tá teldan er klár at heinta. Tað er eisini møguligt at bíleggja umvegis KT Skivuna, ið so tekur sær av bíleggingini.
Eru spurningar, ber altíð til at seta seg í samband við:
KT Skivuna: ktskivan@gjaldstovan.fo ella 352490
KT Húsið: info@kthusid.fo ella 205555
Keyp Landsins: keypsportal@gjaldstovan.fo ella 352400
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269