Trygging av akførum

Keyp landsins undir Gjaldstovuni hevur gjørt rammusáttmála fyri trygging av akførum. Akførini eru tey, ið hava nummarspjaldur og eru áløgd at hava ábyrgdartrygging sambært ferðslulógini. Rammusáttmálin er at síggja her: Rammusáttmáli fyri trygging av akførum.

 

Allir stovnar undir landinum eru bundnir at sáttmálanum sambært rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum.

 

Hvør stovnur hevur eitt tryggingaskjal fyri hvørt akfar sær. Tryggingartreytirnar eru at síggja her: Undir 3500 kg og yvir 3500 kg.

 

Í samband við skaða hevur stovnurin sjálvur ábyrgd at fráboða skaðan til Betri Trygging.

 

Fyri verandi akfør eru tryggingarviðurskifti óbroytt. Tá nýtt akfar verður skrásett, verður einans tryggja sambært “Rundskriv um tryggingarviðurskifti landsins”. Tað merkir, at nýggj akfør bert verða tryggja fyri ábyrgd.

 

Eru spurningar, ber til at venda sær til Keyp Landsins umvegis Keypsportalin.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269