Keyp av vørum á byggimarknaðinum til landsins stovnar

Gjaldstovan hevur bjóðað út rammusáttmála viðvíðkjandi avsláttarskipan í samband við keyp av vørum á byggimarknaðinum til landsins stovnar. 

Gjaldstovan hevur skrivað undir trý ára rammusáttmála við Spf. Valdemar Lützen. Rammusáttmálin og yvirlitið yvir avslátturin fyri greinaðu vørubólkarnar hjá Spf. Valdemar Lützen kann síggjast í leinkjuni niðanfyri:

 

Spf. Valdemar Lützen

 

Fyri at fáa atgongd til síðuna, er neyðugt, at ein virkar út frá góðkendum økisnavni. Stovnar skulu rita inn á Keypsportalin fyri at síggja rammusáttmálarnir og yvirlitið yvir avslátturin. 

 

Vav og avmarking av sáttmálunum

Sáttmálin fevnir um avsláttarskipan í samband við keyp av vørum á byggimarknaðinum til landsins stovnar, har upphæddin er undir 50.000 kr. Keyp omanfyri 50.000 kr. er framvegis fevnt av rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum. Sáttmálin forðar tó ikki stovnum at biðja um tilboð í samband við keyp undir 50.000 kr.

 

Mannagongd í samband við innkeyp

Um vøran er á goymslu, so skulu stovnar antin

1. keypa vøruna til listaprísin, sum er galdandi á keypsdegnum minus veitta avslátturin fyri vøruna ella

2. biðja um tilboð uppá vørurnar, sum svara til nettoprísin, har nettoprísurin altíð er lægri enn avslátturin

 

Vørur skulu eisini kunna koyrast út á bústað hjá stovnum kring landið allar arbeiðsdagar millum 08.00 - 16.00. Avhendan uttan fyri hetta tíðarskeið kann avtalast partarnar í millum.

 

Samskiftisupplýsingar

Allir stovnar kunnu senda teldupost ella ringja til Spf. Valdemar Lützen á:

 

Spf. Valdemar Lützen

 

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Keypsportalin á:

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269