Keyp av vørum á byggimarknaðinum til landsins stovnar

Gjaldstovan hevur bjóða út rammusáttmálar viðvíðkjandi avsláttarskipan í samband við keyp av vørum á byggimarknaðinum til landsins stovnar. 

Gjaldstovan hevur skrivað undir trý ára rammusáttmálar við Pf. Bygma Balslev og Spf. Valdemar Lützen. Avslátturin er í millum 15 - 25 prosent fyri allar greinaðu vørubólkarnar. Rammusáttmálarnir og yvirlitið yvir avslátturin fyri greinaðu vørubólkarnar hjá veitarunum kunnu síggjast í leinkjunum niðanfyri:

 

Pf. Bygma Balslev

Spf. Valdemar Lützen

 

Fyri at fáa atgongd til síðuna, er neyðugt, at ein virkar út frá góðkendum økisnavni. Stovnar skulu rita inn á Keypsportalin fyri at síggja rammusáttmálarnir og yvirlitið yvir avslátturin. 

 

Vav og avmarking av sáttmálunum

Sáttmálin fevnir um avsláttarskipan í samband við keyp av vørum á byggimarknaðinum til landsins stovnar, har upphæddin er undir 50.000 kr. Keyp omanfyri 50.000 kr. er framvegis fevnt av rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum. Sáttmálin forðar tó ikki stovnum at biðja um tilboð í samband við keyp undir 50.000 kr. Verður biðið um tilboð í samband við keyp undir 50.000 kr., skal tilboð heintast frá Pf. Bygma Balslev ella Spf. Valdemar Lützen. Avslátturin skal í minsta lagi svara til veitta avslátturin í sáttmálanum. Avslátturin, sum tilboðsgevari hevur ásett áðrenn freistina fyri at lata inn tilboð, er galdandi alt sáttmálaskeiðið.

 

Mannagongd í samband við innkeyp

Um vøran er á goymslu, so skulu stovnar antin

1. keypa vøruna til listaprísin, sum er galdandi á keypsdegnum minus veitta avslátturin fyri vøruna ella

2. biðja um tilboð uppá vørurnar, sum svara til nettoprísin, har nettoprísurin altíð er lægri enn avslátturin

 

Vørur skulu eisini kunna koyrast út á bústað hjá stovnum kring landið allar arbeiðsdagar millum 08.00 - 16.00. Avhendan uttan fyri hetta tíðarskeið kann avtalast partarnar í millum.

 

Samskiftisupplýsingar

Allir stovnar kunnu senda teldupost ella ringja til Pf. Bygma Balslev og Spf. Valdemar Lützen á:

Pf. Bygma Balslev

Spf. Valdemar Lützen

 

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Keypsportalin á:

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269