Rammusáttmálar

Sambært pkt. 8.2.1. í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum, hevur Gjaldstovan heimild at gera rammusáttmálar, avsláttaravtalur og prísavtalur.

 

8.1.2. Gjaldstovan hevur heimild at gera rammusáttmálar, herundir avsláttaravtalur og prísavtalur, fyri ávísar vørur og tænastur fyri alt landið, t.d. fyri keyp av olju, trygging, og teldum. Gjaldstovan fær heimild at gera av um nýtast skulu SKI sáttmálar (Statens og Kommunernes Indkøbs Service A/S), sum rammusáttmálar fyri ávísar vørur og tænastur. Á teimum økjum rammusáttmálar o.l. eru galdandi, skulu allir stovnar fylgja hesum. Rammusáttmálar o.l. kunnu vera lagdir til aðrar stovnar at umsita.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269