Til útbjóðara

Frá 1. oktober 2013 skulu stjórnarráð og stovnar undir landinum brúka Keypsportalin til at almannakunngera útboð í sambandi við keyp av vørum og tænastum. Hetta er ásett í  rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum. (Dagført 2019)

Ásetingin merkir, at keyp omanfyri 500 tús. kr. u/mvg, skulu bjóðast út á Keypsportalinum. Í tann mun keyp av vørum og tænastum fyri minni enn 500 tús. kr u/mvg verða skipað sum almenn útboð, kann Keypsportalurin eisini brúkast til at almannakunngera hesi útboð.

Tað kann verða rættiliga ymiskt, hvat slag av vørum og tænastum verða boðin út, og hvørji krøvini eru til útbjóðingartilfar. Torført kann tí vera at siga, júst hvat ein eigur at hugsa um í sambandi við hvørja einstaka útbjóðing. Niðanfyri er tó ein yvirskipað vegleiðing um, hvat eigur at gerast og havast í huga í sambandi við tey 5 høvuðsstigini í einari útbjóðingar­til­gongd.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269