Ferðatryggingar

Keyp Landsins undir Gjaldstovuni hevur gjørt ein rammusáttmála fyri allar ferðatryggingar hjá landinum frá 1. august 2020. Talan er um ferðatrygging hjá Europæiske umvegis Betri Trygging.

Allir stovnar undir landinum eru bundnir at sáttmálanum sambært rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum.


Allir ferðadagar skulu skrásetast umvegis ferðaavrokningarskipanina hjá Gjaldstovuni, sum verður grundarlagið undir øllum avrokningum bæði mótvegis stovnum og trygging. Sjúkrahúsverkið er undantikið at brúka ferðaavrokningarskipanina hjá Gjaldstovuni.

 

Tá ið farið verður at ferðast, skal ferðandi hava ferðakort við á ferðini. Ferðakort kann útskrivast her: Ferðakort

 

Fulnaður og treytir eru at síggja í skjølunum Fulnaður og Treytir. Í samband við skaða hevur ferðandi sjálv/ur ábyrgdina av fráboða skaðan til Betri Trygging ella Europæiske.

 

Viðmerking: Ferðatryggingin fevnir ikki um privat ørindi. Dømi: Um eitt starvsfólk leingir sína starvsferð við privatum ørindum, so hevur viðkomandi sjálv/ur ábyrgdina av tryggja seg teir dagarnar, viðkomandi ferðast í privatum ørindum. Vanligt er, í sambandi við privata ferð, at víðka sína trygging fyri innbúgv ella familjutrygging við einari ferðatrygging.

 

Eru spurningar, so ber til at venda sær til Keyp Landsins umvegis Keypsportalin.

 

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269